Hey tú, ið ert forvirrandi forelskað!
Tað er ringt at vera forelskaður í og góður við ein persón, ið ger okkurt, sum man blívur keddur um. Tað kann vera so nógv, ið ein kann blíva keddur um, og í tínum føri er tað, at hann roykir hasj. Tú sigur einki um hansara aldur, men at hann er væl eldri enn tú og tú sigur heldur einki um, hvussu leingi, ið hann hevur roykt hasj. Grundin til at eg hugsi um aldur og um, hvussu leingi hann hevur roykt hasj er, at tí, at um hann í fleiri ár hevur brúkt tað javnan og dámar tað væl at rúsa seg við, kann tað vera trupult hjá honum at gevast við. Tað velst eisini um, hvussu hansara vinmenn eru og hvat hann er sinnaður at gera, tá tú ikki loyvir honum at roykja, meðan tú ert saman við honum. Summum dámar væl at drekka og øðrum dámar væl at roykja hasj ella taka onnur rúsevnir. Tað er í øllum førum skaðiligt at rúsa seg, og hóast ofta verður ført fram, at hasj er óskaðiligt, so vísa kanningar, at tað er skaðiligt og niðurbrótandi. Tað kann hava við sær sálarligar trupulleikar, sum kunnu ávirka fólk alt lívið. Tú verður noydd til at finna út av, hvat tú finnur teg í og so hvat hann heilt erligt vil gera við tað. Tit verða noydd at vera erlig, so at tit ikki koma í ta støðu, at hann fjalir sítt hasjbrúk fyri tær og tú ikki kanst hava álit á honum og fert at ganga sum ein sneytari og kanna, um hann sigur satt ella ikki. Tú kanst venda tær til Rúslinjuna hjá Bláa Krossi, ið er ein anonym ókeypis ráðgeving fyri rúsmisnýtarar og avvarðandi. Tlf nummarið er 31 85 86. Tú fært meira at vita um Rúslinjuna við at fara inn á www.blakross.fo
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin