Hey! Ja, tað er ikki ein løtt støða tú ert í, og eg skilji væl at tú ivast í hvat tú skalt gera. Tað kann vera, at tað er ein “fasa” tú ert í, og at støðan hjá tær broytist seinni. Men tað kann eisini vera, at tað at tú dámar gentur er nakað, sum er ein partur av tær og altíð fer at vera tað. Tað er eisini ymiskt hvussu langa tíð tað tekur at finna útav sínum seksualiteti. Summi vita bara uttan at ivast at tey eru homo- ella biseksuell, meðan onnur ganga og spekulera uppá tað í fleiri ár.
Eingin uttan tú veitst hvussu tú hevur tað innast inni, og tí er tað eingin uttan tú, sum veit hvat tað besta er at gera í tínari støðu. Tú ivast í hvussu gentan reagerar, um tú fortelur henni at tær dámar hana, og tað er eisini væl skilligt. Men hvørki tú ella eg veit hvussu hon fer at reagera. Tað kann vera at hon tekur tað væl, og tað kann eisini vera at hon ikki tekur tað væl. So tann kjansin mást tú taka við, um tú velur at fortelja henni hvussu tú hevur tað.
Men tað er ikki lætt at hjá tær at ganga við slíkum spurningum einsamøll. Hevur tú onkran góðan vin ella vinkonu sum tú hevur álit á, og sum tú kanst tosa við um hetta? Tað kann vera ringt at tosa um sín seksualitet, men gott tá man ivast sum tú gert.
Ein annar møgulleiki er eisini at ringja til eina ungdóms telefon fyri ung sum teg, sum ivast í teirra seksualiteti. Henda ráðgevingin eitur “Ungdomstelefonen for bøsser og lesbiske”. Á hesari ráðgevingini eru tey von við at tosa við ung sum teg, og sum ivast í júst tí sum tú ivast í. Har kanst tú ringja hvønn týsdag millum kl. 18-20 (føroyska tíð) á tlf. 0045 33 36 00 80. Hendan ráðgevingin hevur eisini kjatt og brævkassa, um tú heldur vilt brúka tað. Heimasíðan hjá teimum er: http:www.lbl.dkraadgivningungdomstelefonen.html
Alt tað besta, og góða eydnu við øllum. Skriva endiliga aftur, ella ring til okkara, um tú hevur brúk fyri tí.
Tú & Eg Ráðgevingin