Heey? :D Eg skrivaði einaferð eitt bræv inn her sum æt: “Hjálp, eg meini tað tit mugu svara skjótt aftur”:o og nú skrivi eg aftur eg inn aftur fyri at svara eitt sindur aftur? :I:: Men tann gentan sum eg haldi tað vera hon sigur at tað ikki er hon? Eg havi snakkað nógv við hana. Eg havi nú snakkað við míni foreldur. Men tey siga at hatta er onkur veninda ella onkur sum tvætlar og so spyrja tey meg um eg havi givið mína adressu til tey (og tað havi eg ikki),  so siga tey at tað er tvætl. Men eg havi tað betri nú? ::) Eg royni bara at gloyma tað? :I Er tað gott?:I Ella má eg gera meiri við tað?

Eg haldi at tú hevur gjørt eitt gott arbeiði, tí tú hevur veruliga roynt at funnið útav tí sum er hent og roynt at gjørt okkurt við tað, samstundis sum tú vísir at tú ikki finnur teg í tílíkum. Halt tú fast í at tú ikki finnur teg í tílíkum. Eg haldi ikki tú skal gera meira við tað sum er hent, um tað ikki er hent aftur. Tú hevur tað gott nú, so eg haldi bara tú skalt royna at gloyma tað sum er hent.

Alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt