Góði tú,
Takk fyri brævið! Tað eru nógvir ungir dreingir sum skriva inn til okkara við spurningum um støddina á teirra penis. Hetta er nakað, sum fyllur nógv í tonkunum hjá dreingjum og monnum.
Støddin á penis er sera ymisk. Flestu dreingir og menn hava ein penis sum er ímillum 14-16 cm til longdar. Og tað er rætt sum tú sigur at tú ikki er fullvaksin enn. Sum tú sjálvur hevur hoyrt, so er penis ikki er fullvaksin fyrrenn umleið 17 ára aldur, men tað kann henda seinni. Tú skrivar at tú gongur í 10’inda flokkið. Allir fólkaskúlar hava eina heilsusjúkrasystir. Tær vita alt um hvussu kroppurin búnast. Tú kanst fáa eitt gott prát við tína heilsusystur um kynsbúning. Tær plaga at hava eina fasta tíð á skúlanum, har næmingar kunnu koma forbí. Um tú ivast nær tað er, so kanst tú fara inn á skúlakontóri ella spyrja ein lærara, um nær hon er tøk.
Vit vilja leggja avtrat at man skal verða varðin við at samanbera seg sjálvan við aðrar dreingir og menn. Tað er nevniliga ymiskt , hvussu nógv penis veksur, tá ið ein fær standing. Penis kann vaksa alt frá 0-15 cm frá at vera slappur til tá hann verður stívur. Oftani er tað soleiðis, at ein minni penis veksur meira enn ein stórur penis.
Um tú skilur dankst, kann tú lesa meira her: http://www.sexlinien.dk/emneside-drenge/maends-kroppe/pikstoerrelse.aspx.
Eg vóni at svarið hjálpti. Tú ert eisini vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin