Góða tú við hjartasorg!
Tínar kenslur eru hvørki óvanligar ella brekaðar. Tú hevur tað ringt, tí tú ert í sorg. Og hjartasorg er ofta ein sera fløkjaslig og kensluborin gongd at skulla ígjøgnum. Allar møguligar kenslur stinga seg upp og alt í senn ert tú óð, kedd, rasandi, ólukkulig, særd og kennir teg kanska eisini svikna og minni verda. Kenlsurnar kunnu virka so ógvusligar og gera so ilt, at tað veruliga kennist sum um hjarta skal bresta. Og tú hugsar kanska “gævið hann heldur var deyður”, so hevði tú í øllum førum vitað við vissu, at tú ikki fekst hann aftur og sorgin hevði eisini verið lættari at bera, tí fleiri høvdu verið um hana.
Tú ert ung og tað tekur tíð at læra teg sjálva og tínar kenslur at kenna. Og kenslur eru ikki vandamiklar. Hinvegin kann atferð í mun til, hvussu vit velja at handfara okkara kenlsur, vera sera vandamikil. Kenslur røra seg í bylgum.Vit kunnu vera í longri ella styttri tíð í einum bylgudali og hava tað ringt, men eingin kensla er varandi og fyrr ella seinni, koma vit upp undan aftur. Og tað góða er, at við okkara tonkum og tí, vit dagliga gera og takast við, kunna vit sjálvi ávirka og broyta okkara kenslur og fáa tað betur. Tú sigur at tú og dronguri vóru “perfekt” saman samstundis sum tú als ikki skilur, hvussu tú kanst leingjast so nógv eftir honum, tá ið hann bara hevur gjørt tær ringt. Ofta hava gentur lyndi til at yvirromantisera drongin og parlagið og eru vísar í, at hann var tann mest “perfekti” drongurin og alt var bara “perfekt” saman við honum. Tær stara seg blindar á alt tað “perfekta” tær hava mist og duga als ikki at skilja, at drongurin bara kann fara frá øllum hesum uttan at hava tað líka ringt, sum tær. Tú hevur tað ringt og tað er týdningarmikið, at tú gevur tær sjálvari tíð og stundir at syrgja og vera kedd. Men drongurin ið fór frá tær hevur ikki bara gjørt tær ringt. Tú upplivir tað bara so beint nú, tí at tú ert so ávirkað av tínum kenslum. Miss ikki mótið. Tú fert at fáa tað betur, tað tori eg at lova tær, tað tekur bara nakað av tíð.
Allarfyrst mást tú góðtaka, at sum er, er støðan tann, at tað er liðugt og at drongurin ikki vil hava teg sum gentu. Næst skalt tú gera tær greitt, at uttan mun til hví hann gjørdi tað liðugt, so er tað ikki nakað galið við tær. Tú ert deilig og verd at elska júst sum tú ert. Tað er bara lívsins gongd at fólk finna saman og gera tað liðugt – ung sum gomul. Tú sigur, at tit hava avtalað at vera vinir, men at hann als ikki hevur svarað nøkrum av tínum smsum ella uppringingum, og nú bíðar tú, til hann setir seg í samband við teg. Alt gott um at vera vinir, men tá ið tú hevur tað so ringt sum tú sigur, so er tað ikki vist at tað er so gott fyri teg beint nú. Dreingir hava ofta heldur ikki sama tørvin at varðveita sambandið, eftir at tað er blivið liðugt, sum gentir ofta hava. So hóast tit hava avtalað at vera vinir, merkir tað kanska ikki fyri hann, at tit skulu varðveita nakað beinleiðis samband. Ikki bíða eftir, at hann skal ringja ella skriva. Tað fer ov illa við tær og heldur teg fasta í tínari sorg. Eisini eru tínar kenslur fyri honum enn alt ov sterkar, og betur hevði tí verði fyri teg, um tú als ikki hevur nakað samband við hann næstu mánaðarnar.
Tað er deiligt at hoyra, at tú hevur eina vinkonu, ið tú tosar væl við. Brúka hana og gev tær sjálvari loyvi at koma út við øllum tí, ið bylgist inni í tær. Tað hjálpir altíð at fáa tingini søgd, og tað er í lagi, at tú endurtekur teg sjálva og kanska heldur, at tí bara tosar um tað sama – tú hevur brúk fyri tí. Grátur er lekjandi fyri hjarta og grátur minkar um strongdina í kroppinum. So tað er bara gott at tú grætur. Ì veruleikanum hevði tað verið gott fyri teg at hugt at onkrum romantiskum filmi og hoyrt tónleik, ið fekk teg at gráta. Tað hevði lætt um hjartað og virka linnandi í longdini. Men tú skalt ikki bara gráta. Tú skalt eisini unna tær sjálvari at hava tað stuttligt og vera glað. Royn sjálv og hugsa um ting, persónar, upplivingar, dýr, ella bara okkurt, ið ger teg glaða ella sum tú minnist, var gott. Hugsa so um hetta minst tvær ferðir um dagin í minst 5 minuttir hvørja ferð. Og hóast tú ikki kennir gleði beinanvegin, so smíl, meðan tú hugsar. Og smíl dagliga, hóast tað kennist undarligt. Tá tú smílir, hjálpir tú heilanum soleiðis, at tað lættir um hjá heilanum at seta í gongd tær biokemisku prosessirnar, ið skapa gleði. Tað tekur vanliga langa tíð at koma ígjøgum eina hjartasorg. Góðtak, at tað er soleiðis og skjótari kemur tú fyri teg aftur. Nú er skjótt jól. Far út og hugna tær saman við vinkonum og njót jólahugnan saman við familjuni. Ger jólapynt, dekoratiónir, baka ella ger bara okkurt, sum tær dámar og sum tú hugnar tær við. Hugsa um, hvat vanliga ger teg glaða og endurfinn so gleðina við at gera tað. Njóta tær góðu løturnar og góðtak tær ringu. Og minst til – eingin kensla er varandi.
Góðan bata og blíðar heilsur!
Tú & Eg Ráðgevingin