Tað er ymiskt tú kanst gera fyri at koma í samband við hann:
Tú kundi til dømis roynt at skriva honum ein mail, ella sms, har tú til dømis spyr hvussu tað gongur, ella hvat hann rokast við? Man kann eisini læra hvønn annan betri at kenna við at skriva, og jú betri tit kennast, lættari verður tað at tosa saman tá tit møtast.
Tú kanst eisini royna at fylgjast við øðrum sum kenna hann, soleiðis at tit á tann hátt eru meira saman.
Tú skrivar, at tú ikki torir serliga væl at fara yvir og tosa við hann. Men tá ljóðar tað sum at ein partur av tær í veruleikanum torir eitt sindur. Tú ert kanska nervøs fyri at koma at siga okkurt løgið ella skeivt, men so leingi tú bara ert tú sjálv, so kanst tú ikki siga nakað ‘skeivt’. Royn at tosa við hann um ting, sum tú tosar við onnur um, og sum eru náttúrlig fyri teg at tosa um, og sum tú við onnur ikki ert nervøs at tosa um.
Eg eri vís í, at við tíðini verður tað lættari. Tí jú oftari tit tosa saman, lættari verður tað. Men tað krevur eitt sindur av dirvi av tær, so tað vóni eg at tú fært savnað tær. Men sum sagt, royn bara at vera tú sjálv – tað er nógv tað lættasta.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin