Hey hey. Vit vita gott hvussu strævið tað er at bíða eftir svari, tá man endiliga hevur tikið seg saman at skriva. Men vit gera okkara allar besta at svara so skjótt sum gjørligt. Brævkassin fær sera nógv ymisk brøv, og summir spurningar taka longri tíð at svara enn aðrir.
Um tú hevur tørv á svari ella onkrum ráði beinanvegin, so vil eg ráða tær til heldur at ringja 116 111. Tí so sleppur tú at tosa við onkran beinanvegin. Tað er ókeypis at ringja, tú ert dulnevnd og alt sum vit tosa um er loyniligt.
Nú stundar til jólafríð og tá hevur Tú & Eg Ráðgevingin opið hvørt kvøld kl 20-22, tó við víðkaðum upplatingartíðum Jólaaftan og 1. Jóladag, frá kl 20 til 24
Tann 4. Januar hava vit opið sum vanligt aftur.
Blíðar heilsur, Tú & Eg Ráðgevingin