Góða Genta
Tað er sera ymiskt millum okkum menniskju, um vit hava onkran at tosa við um alt.
Hjá nógvum er tað so, at tey tosa um ymisk evni við ymisk fólk. Tað er ikki altíð at man kennir seg til rætta at tosa um kærleikslívið við foreldrini, men kanska heldur eina vinkonu, ella vinmann. Nøkur tosa við ommur ella abbar um ymisk viðurskifti. Sum eg skilji á tær, so følir tú at júst henda vinkonan kanska ikki er akkurát hon, ið tú skalt tosa við.
Nú greiður tú ikki frá hvat sum er hent, so vit kunnu ikki fyrihalda okkum til tað, men tú ert vælkomin at skriva til okkum um hetta. So kunnu vit hjálpa tær við hesum. Um tú ikki følir at tú kanst skriva tað til okkum, so kanst tú sjálvandi eisini ringja til okkum á 116 111. Vit síggja ikki hvør tú ert tá ið tú ringir.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin