Search
Close this search box.
Hey Tú & Eg Ráðgeving. Nú er tað soleiðis at eg fyri einum góðum árið síðani fekk eina fosturtøku. Eg angri tað ikki, tí eg føli at tað var tað rættað fyri meg og mínar umstøður, men av og á føli eg meg plágaða av tí, har eg t.d. hugsi um hvat nú um eg fekk tað, hvat fyri kyn hevði tað verið, hvussu hevði mítt lív verið í dag við einum lítlum barnið, hvat hevði hent um eg fortaldi fólkum um mína fosturtøku osfr. Eg fái eina keðiliga kenslu í mær og kann gott hava ringa samvitsku í dagar. Eg føli at tað er tungt, at liva í einum samfelagið, har fosturtøka ikki er loyvt, har tað er eitt tabu evni og at fólk eru alt for konservativ. Man hoyrir allar hesar “sterku meiningarnar” um fosturtøku, men fyri at vera heilt erlig so vita tey flestu ikki nakað, tí tey hava aldrin verið í støðuni. So spurningur hjá mær snýr seg um, hvat man kann gera ella hvar man kann fáa ráð, hjálp osfr. aftaná eina fosturtøku, soleiðis at ein kann leggja alt aftur um seg?

Góða Tú

Takk fyri títt bræv.

Tað er ein stór avgerð tú hevur tikið, og tað er deiligt at lesa at tú hevur tikið tað røttu avgerðina fyri teg. Tað er ymist hvussu man hevur tað eftir eina abort. Summar kvinnur føla seg lættaðar og hugsa bara um fosturtøkuna viðhvørt. Mítt í einum vanligum og góðum gerandisdegi, kunnu kvinnur eisini uppliva at brádliga blíva keddar. Tað er eisini vanligt at fáa ringa samvitsku viðhvørt, sjálvt um tú ikki angrar nakað.

Tær flestu kvinnurnar halda at tað hjálpir at tosa við onkran um tað, okkurt menniskja sum tú hevur hevur álit á. Tað kann tó vera ringt hjá øðrum at skilja, hvat tað er tú hevur verið ígjøgnum. Tí at, sjálvt um tað var tín egna avgerð, er tað vanligt at føla skomm, sorg ella at brádliga ivast, um tað nú var tann rætta avgerðin.

Vit hava eina fosturtøkuráðgeving í Føroyum, tað eru heilsufrøðingar sum tú kann tosa við. Tú kann lesa meira um teirra ráðgeving her: leinkja til Gigni

Góða ráð hevði verið hjá tær at sett teg í samband við Gigni, men eisini at tú skal finna tær onkran at fortelja tað fyri, so tú ikki er einsamøll við hesum.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…