Hey hey!
Eg skilji væl, at tú ert nokkso frustrerað. Tað kann ofta virka meiningsleyst at vera í tínari støðu og kenna seg kláran til at hava sex við einum drongi og so ikki sleppa tað. Tú sigur, at tú føldi teg klára og ikki angrar, so skalt tú heldur ikki ganga við ringari samvitsku um, at tú og sjeikurin hava verið í song saman. Grundin til, at tú skalt vera 15 ár, áðrenn tú lógliga kanst hava sex, er fyri tína egnu skyld. Tað er ikki fyri at gera tær fortreð, men fyri at verja teg. Tí tað eru nógv ung, bæði gentur og dreingir, ið ikki rættiliga vita, nær tey eru klár til sex. Og tá kunnu vaksin ofta trýsta tey til sex, uttan at tey sjálvi veruliga vilja tað. Eisini hevur mann valt 15 ár sum markið, tí at kroppurin ikki er heilt kynsbúgvin áðrenn. Tað hevur týdning, at kroppurin er klárur til sex, og sjálvt um tú kanska heldur, at tú ert klár, so er tað ikki vist, at tín kroppur er tað. Sex er nakað, ið skal fyriganga millum vaksin fólk. Børn og sex hoyrir ikki saman. Og fyri at verja børnini – og teg – er umráðandi, at hetta aldursmark er. 15 ára aldursmarkið fyri at kunna hava samlegu ella sex, er ein hjálp, ið skal fyribyrgja, at tað ikki verður gjørt nakað seksuelt móti ungum, sum tær og børnum, sum tit ungu og børnini ikki vilja. Og aldursmarkið hjálpir tykkum soleiðis, at tit ikki koma at gera nakað seksuelt, ið tit seinni kom at angra. Tíverri eru tað kortini nógv vaksin, ið velja at trýsta ung og børn til sex, og kunnu tey ungu og børnini fáa tað rættiliga ringt av hesum tá og seinni í lívinum.
Viðvíkjandi p-bollum, so mást tú sjálv til lækna fyri at fáa teir. Um tú ikki vilt, at mamma tín skal vita tað, so bið um eina tíð hjá læknanum einsamøll. Tað hevur tú rætt til. Og práta so við læknan um tína støðu. Tú kundi kanska líka fyrst hugsa um at tosa við mammu tína um p-bollar. Mamma tín hevur eisini sjálv verið ung, og hon vil tær bara tað besta. Og tá ið tú og sjeikurin allíkavæl fara í song saman, so eru p-bollar besta fyribyrgingin, skalt tú ikki gerast við barn. Hinvegin, so verjir p-bollin ikki móti kynssjúkum, so best er, um tit eisini brúka hít. Og fert tú til lækna, so bið hann kanna teg fyri kynssjúkur samstundis. Tí skalt tú hava p-bollar, skal læknin undir øllum umstøðum gera eina undirlívskanning av tær fyrr ella seinni. Undirlívskanningin er skjót og einføld, og tú fært ikki ilt.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin