Search
Close this search box.
Hey! Tað er bara tað at, eg havi ikki fingi menstratiónina(s) enn. Kann eg so gott fara í song við sjeikinum?? Eg veit bara ikki um man kann, kann man?? og um man kann, so behøvist man ikki hít ha?? tá kann man jú ikki fáa børn! so?? tað skal líka sigast at hann ikki hevur verið í song við nøkrum øðrum uttan hítu so hann kann ikki hava kynssjúku(s) hopi at tit tíma at svara hesum!  

Hey idk:i
Ein sera góður spurningur, sum tú kemur við. Tú ert 15 ár og hevur ikki fingið menstruation enn og hevur hug at sova saman við sjeikinum. Er tað neyðugt vid fyribyrging ? Ja, tað er tað so sanniliga, um 7 til 14 dagar áðrenn menstruationin kemur er eggloysn. Tu kanst ikki vita, nær hettar er, altso mugu tit brúka hít alla tíðina. Tá tú hevur haft menstruation í nakrar mánaðar, far tá og tosa við tin lækna um fyribyrging, um tu gjarna vil hava p – bollar, ella ein p-ring, sum tú sjálv setur i vagina, er tad helst í lagi. Tú kanst fara til læknan uttan at spyrja foreldurni (men best er um tit kunnu tosa um tað, og tey stuðla tær)og tað er ikki neyðugt at fáa gjørt undirlívskanning (gu), um tær ikki dámar tað. Men helst kannar læknin titt blóðtrýst og kannar landið fyri sukur, og tosar við teg um familjusjúkur.

Góða eyðnu!
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…