Search
Close this search box.
Hey. pápi mín er alkoholikari. hann fær tørn, sum aðrir alkoholikarir, og er so “turrur” í eina tíð. Hann hevur verið alkoholikari leingi og eg eri við at geva upp. eg orki ikki at síggja hann soleiðis longur, tað pínir meg, tað drepur meg innaní og tað er sálarliga hart. eg eri eitt menniskja við vilja av stáli og ein fightari, men eg eri komin til eitt punkt hvar tað ikki nyttar við vilja ei heldur vón. pápi mín hevur eisini verið ótrúgvur ímóti mammu míni, eg veit at hon veit tað men hon veit ikki av at eg og systir mín vita tað.. grundin til tað er at eg læs beskeðini á telefonini.. mamma mín er fantastisk og er ein stór hjálp við alkoholprobleminum hjá pápa. so hon hevur onga skuld við nøkrum. men eg klári bara ikki at hava tað innií mær longur, eg veit ikki hvussu leingi eg havi vita um ótrúskapin, men tað er leingi.. eg havi ongan at snakka við um tað ordiliga, tí tey sum vita tað (2 vinkonur) vita ikki hvat tað er at hava tað soleiðis.. eg eri við at geva upp.. eg eri ikki nøgd við meg sjálva, alt tað sum eg elski, ítrótt og annað, eri eg ikki góð til, sjálvt um eg vil av øllum alvi.. eg eri ljót, feit, eingin vil hava meg. eg eri altíð í góðum lag, men tað er nú bara ein fasada.. eg hugsi nógv um eg eri sálarliga sjúk, men eg havi ikki pengar til at fara til ein sálarfrøðing og eg veit heldur ikki um eg eri nóg “sjúk” til at fara til sálarfrøðing.. kunnu tit hjálpa mær? sigi mær, hvat kann eg gera? eg eri fullkomiliga lost..  

Góða genta! Takk fyri brævið!
Tað er gott, at tú nú vendir tær til okkara við tínum trupulleika, sum er ein av teimum heilt tungu at ganga við. Tú dugir væl at greiða frá, hvussu tit hava tað heima. Eingin av tykkum hevur tað gott, og nú ert tú um at geva upp, og tað er væl skiljandi, sjálvt um tú hevur ein vilja av stál og ert ein fightari. Mamma tín er tann, sum heldur saman um familjuna, sjálvt um hon hevur sera ringar umstøður orsakað av bæði drekkaríi og ótrúskapi. Tað virkar sum um, at tað at pápi tín hevur verið ótrúgvur móti mammu tíni, nívir teg serliga nógv , netupp tí, at tú ikki kanst tosa við mammu tína um tað, ei heldur nakran annan. Tað er eisini tungt at ganga við sjálv.

Tá man er barn hjá einum alkoholikara, fær man nógvar av hasum trupulleikunum, sum tú hevur  at stríðast við sjálv, t.d. at man ikki er nøgdur við seg sjálvan, at man hevur ringar tankar um seg sjálvan,tamkar um, hvussu man sær út og alt tað, sum man heldur, at man ikki dugir. So tú hevur nakrar kensluligar trupulleikar við tínari mynd av tær sjálvari, og tað kann ein sálarfrøðingur ella annar viðgeri, t.d. alkoholráðgevi, hjálpa tær við, so at tú kanst fáa tað betri, bæði í mun til teg sjálva, men eisini í mun til tíni nærmastu og onnur.

Tú ert 17 ár, so enn hava tíni foreldur ábyrgdina av, at tú hevur tað gott. Kanska er tað ringt hjá tær at tosa við mammu tína um, hvussu tú hevur tað innast inni, men tú kanst venda tær til Barnaverndartænastuna í tínum øki, sum kann hjálpa tær við t.d. at fáa viðtalur hjá einum sálarfrøðingi ella øðrum viðgera, sum hevur serliga vitan um tað at vera barn hjá alkoholikara. Viðgerðin kemur ikki at kosta tær nakað, um Barnaverndartænastan hjálpir tær. Um tú fert inn á www.bvs.fo, sum er heimasíðan hjá Barnaverndarstovuni, fært tú at vita, hvønn tú skalt venda tær til, har tú býrt. Barnaverndartænastan hevur tagnarskyldu, so tú kanst trygt venda tær til teirra. Tað er ein ráðgeving, kallað Rúslinjan, sum er fyri familjuna hjá alkoholikaranum, og hon er knýtt til Bláa Kross. Tú kanst fara inn á www.blakross.fo fyri at fáa meira at vita um ráðgevingina.

Tú kanst eisini kjatta anonymt við ein ráðgeva hjá okkum.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…