Search
Close this search box.
Halló barnabati.fo. Eg ætlaði bara at spyrja, um ein genta kann blíva gravid um hon og ein drongur mogga uttan hít. Altso um hann eisini tekur hann út áðrenn hann kemur? Hvussu følist orgasma?

Halló Jómfrúðin!
Um eitt par, ið hevur sex, ikki brúkar hýt, er stórur vandi fyri at gentan verður við barn. Hesin vandi er eisini til staðar, um drongurin tekur penis út, áðrenn hann kemur, tí at sáð kann vera komið úr honum, meðan hann enn var inni í gentuni.
Tað er torført at greiða frá, hvussu ein orgasma kennist, tí tað er ymiskt frá persóni til persón, og frá degi til dags hvussu tað kennist. Men sum heild kann sigast at tað kennist sum ein gott følilsi um allan kroppin og er líkasum hæddarpunktið undir eini samlegu. Hetta kanst tú fáa meiri at vita um, við at fara inná www.sexlinien.dk.
Annars, sum tú møguliga veitst, skal ein eftir lógini vera 15 ár fyri at hava kynsligt samband sex.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…