Góða “Kynsjúka”
Skriðið og útflot frá undirlívinum merkir oftast, at tað er ein bruni. Brunin kann koma av ymsum orðsøkum, til dømis svampum ella bakterium. Tú sigur, at skriðin og útflotið er komi eftir, at tú hevur verið saman við einum drongi. Møguliga hevur hann smittað teg. Hann kann eisini hava havt bruna uttan at vita av tí. Tú skalt tí sum skjótast fara til læknan, sum kann geva tær heilivág fyri brunan. Møguliga skal drongur eisini í viðgerð.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin