Telefon: 610140 (mán. – frí. kl. 10-12)

Teldupost: barnabati@barnabati.fo

 

Hey J Eg havi ett problem: Við bikinikantin havi eg okkurt sum líkist bumsum. Tað hevur eisini sovorit hvítt í tá eg kroysti tað. Hvat kann tað vera? Eisini skriðar tað ofta í kusini . Hvat kann tað vera?

Góða lekra gentaJ
Tað er ikki óvanligt at hava bumsar um bikinilinjuna. Í tínum aldri eru tað somuleiðis fleiri sum fáa bumsar, í andliti, ja runt allan kroppin. Nøkur hava truplari húð enn onnur. Nøkur umráðir á kroppinum eru eisini meira útsett, serliga sart umráðir.Tað er tí umráðandi at hava reinføri í lagi. Haraftrat er eisini vert at hugsa um hvat sápu tú brúkar. Til sart umráðir skal ein nýta milda sápu.

Um reinføri er í lagi og tað allíkavæl skriðar, so kann tað verða bruni í. Um tað ikki hjálpir hjá tær, so kann tú tosa við heilsusystirna um tað, ella við tín lækna.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt