Hey tú við tí loyniliga dulnevninum!
At fáa tað, sum ein vil hava, er ikki so lætt, serliga tað snýr seg um kærleika. Tað er hennara val, um hon ynskir at verða tín. Hvussu er so best hjá tær at gera? Tú kanst kanska vinna hennara hjarta við at vísa henni áhuga, men eisini tí, ið hon hevur áhuga fyri. Tað at vinna hjørtu er ikki til at finna út av, tí vit eru øll so ymisk, og tað, sum ger at onkur fellir pladask fyri tær, riggar als ikki til eina aðra. So tað er bara hava dirvi og gera títt besta. Um hon kennir seg væl saman við tær, hevur hon eisini áhuga í at koma at kenna teg betur. Tá tit kennast betri og hon er trygg við teg, er kanska ein møguleiki hjá tær at siga henni, hvussu forelskaður tú ert, um tú enn ert forelskaður tá. Tað er heldur ikki tað mest umráðandi at fáa tað sagt, tí tað er ikki altíð neyðugt við so nógvum orðum.
Bestu eydnu við kærleikanum ynskja vit tær!
Tú & Eg Ráðgevingin