Eg føli at ongin skilur meg.. (sjálvt ikki sálarfrøðingurin, sum eg havi gingið til) Eg havi virkuliga brúk fyri onkrum sum skilur meg, og mínar kenslur.:( hvat skal eg gera… Svar

Góða Genta
Tað er sera flott av tær at leita eftir hjálp. So hetta brævið tú hevur sent okkum eitt sera flott og gott stig hjá tær.
Tað er altíð gott at hava onkran at tosa við um sínar kenslur. Um tær bara verða stongdar inni í einum sjálvum, so kann tað lætt tyngja og gerast eitt sindur keðiligt.
Fyri at vit skulu høvið at skilja teg betri, sum vit fegin vilja, so mugu vit tosa meir saman um tínar kenslur.
Tá ið vit skriva her á brævkassanum er tað sera torført hjá okkum at seta spurningar til tann sum skriva til okkum, tí vil eg ráða tær til at ringja til okkum, so kunnu vit tosa saman um tína støðu og hjálpa tær betri á veg.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Alkohol problemir og einsemi

Veit ikki hvat eg skal kallað tað

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín