Search
Close this search box.
Mini foreldur eru skyld og eg og systkini búgva hja mammu. Eg klari ikki mammu meir, hon stressar allatið og er gronut allan dagin. Og havi tað sum at hon dámar betri hini enn meg. Eg klári tað bara ikki meir. Eg eri onkuntíð hjá pápa minum men ikki ofta, tí eg orki ikki tað at man skal pakka alt og eg havi ikki mitt egna kamar har. Eg havi tað best heima í minum kamarið einsamøll. Fyrr kundi eg snakka við mammu men tað kann eg ikki meir. Eg eri ikki glað men heldur ikki so kedd. Eg vil ikki doyggja men eg vil heldur ikki vera til. Eg vil bara hvørva í eina tið, til alt er gott, og vita hvør hevði leita eftir mær og hvør hevði yvirhøvur lagt í um eg bleiv burtur, um eg bara hvarv. Eg veit virkiliga ikki hvat eg skal gera. Tað nyttar onki at snakka við mammu um tað og eiheldur babba. Og heldur ikki við vinfólkini, tey hava tað heldur ikki lætt.

Góða Genta

Stóra takk fyri títt bræv. Vit skilja væl at tú ert í einari tungari støðu nú tíni foreldur eru skild.
Tú skrivar at tú ikki orkar mammu tína, tí hon er gronut allan dagin. Tað er ikki lætt tá foreldrini ikki hava tað gott, men samstundis er tað eisini umráðandi, at tíni foreldur eisini hava tað torført nú tey eru farin frá hvørjum øðrum. Tað eru nógvar ymiskar kenslur hjá teimum, og tað er sera ymiskt hvussu ein hevur tað í slíkari støðu. Vit skilja væl tína støðu, men vóna eisini, at tú skilir at mamma tín hevur tað trupult. Hennara kenslur hava tað ei heldur gott. Børn og ung hava rætt at siga sína hugsan, og tey vaksnu skulu taka atlit til tað børnini siga og ynskja. So eitt kundi verið, at tosa við foreldrini hjá tær um tína støðu, og greið frá at tað er eisini hart fyri teg, og at tú ynskir eina pausi í at ferðast ímillum foreldrini. Tað kann taka rúma tíð at finna stevið aftur, tá ið foreldrini fara frá hvørjum øðrum. Tað er so nógv sum broytist í lívinum hjá einum tá. Tí er tað sera umráðandi at kunna tosa um øll hesi viðurskifti, og seta orð á sínar kenslur.
Í Føroyum hava vit eina Familjufyrisyting (https://famf.fo) Her kanst tú eisini venda tær fyri at fáa betri vegleiðing í samband við hjúnaskilnaðin og hvørji rættindi tú hevur. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum (anonymt) á 116 111

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…