Góða tú, ið spyrt, um tú ert normal!
At vera normal er eitt nógv brúkt orð, og tey flestu hava brúk fyri at vita, um ein er normal ella ikki. At vera normal merkir bara at vera sum meirilutin av fólkinum er. Tad eru fá fólk, id kunnu siga seg at vera normal á øllum økjum.
Í nógvum førum royna fólk at hava ein atburð, ið tey flestu hava, so at ein ikki kemur í ein bólk, sum er øðrvísi enn tey flestu. So tú kemur upp í tann risastóra bólkin av fólki, ið ikki følir seg líka sum tey flestu. Rættiliga nógvir tannáringar kenna seg ónormalar.
At mamma tín blívur ill, tá tú spyrt, er kanska tí at hon veit, at tú ert nívd av nøkrum trupulleikum, sum gera, at tú ikki altíð klárar at líkjast øllum øðrum. Td tá tú ert bangin, kann tað forða tær í at føla teg væl saman við øðrum. Viðhvørt blíva foreldur ill, tá tey eru kedd, tí tey ikki vita, hvussu tey skulu hjálpa og stuðla barninum til at fáa tað betri. Soleiðis sum tú greiðir frá tínum trupulleikum við angist og ringum tankum um teg sjálva, er einki at ivast í, at tú hevur brúk fyri at tosa við fólk, ið taka teg og tínar kenslur og tankar í álvara. Tað skal vera ein, ið veit, hvussu nógv angist kann ávirka lívið hjá fólki, og sum kann hjálpa tær at gera venjingar at styrkja títt sjálvsálit og dirvi, soleiðis at tú kanst njóta lívið meira saman við øðrum.
Tá tú ert 13 ár, kanst tú fáa hjálp frá heilsufrøðinginum í skúlanum, um tú hevur gott samband við hana. Kanska kann hon tosa við mammu tína saman við tær. Sjálvandi hevur tú uppiborið at fáa hjálp frá einum sálarfrøðingi. Tú hevur uppiborðið alt tað besta.
Tú kanst altíd skriva aftur ella kjatta ella ringja til okkara.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin