Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr
normalt?
Spurningur:
Eg byrjaði at fáa boppur tá eg var 13 ár, nú eri eg 16 og tær hava ongantið verið líka stórar. Tann eina er A og hin er C. Er tað normalt?? Eg gangi og hugsi um tað alla tíðina og tað er ræðuliga strævið.
Svar:
Góða genta!
Viðhvørt eru bróstini ikki eins stór hjá kvinnuni. Tú ert 16 ár, so nógv kann enn broytast. Vanligt verður sagt, at bróstini byrja at vaksa um 10 ára aldurin , og tey vaksa og broytast øll tannárini. Tað fyrstu tíðina tá bróstini mennast, vaksa tey ikki altíð líka nógv samstundis, men tað javnar seg gjarna við tíðini. Tó kann sigast, at tey broytast bæði viðvíkjandi formi og stødd alt lívið hjá kvinnuni, og at tey hava, sum sagt, ikki altíð somu stødd. So tú ert ikki ónormal.
Sum eg skilji ert tú kedd av, at tað er so stórur munur á tínum báðum bróstum og tað er væl skiljandi. Tað kann gera tað torført m.a. at keypa brósthaldara. Men tú kanst keypa innlegg til brósthaldaran, so tey síggja líka út. Innleggini eru at fáa í teimum handlunum har tey selja BH.
Um bróstini við tíðini ikki verða eins, og um tú tá enn ert kedd av tí, so kanst tú við skurðviðgerð antin taka av tí eina ella fáa lagt protesu í tað minna. Men slíkar skurðviðgerðir verða gjarna ikki gjørdar fyrr enn tú ert fullvaksin og ofta verður eisini bíðað til kvinnan hevur átt barn, tí tað kann ávirka møguleikunum at geva barninum bróstamjólk. Tað er ikki møguligt at broyta útsjóndina av bróstunum við heilivági ella venjingum. Vónandi hevur tú fingið nøktandi svar uppá tín trupulleika.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin