Search
Close this search box.
Tá ið kvøldið fellur á – ella náttin – byrji eg at gerast ótrúliga rastleysur. Kann fara upp at ristast. Tankarnir byrja tá at flyoma, um at gera enda á mær sjálvum. Havi ofta tikið ov nógvar tablettir, men havi eg ongantíð fingið alvorligan mein av tí. Enn. Eg havi tað ikki soleiðis hvørja nátt, men ofta. Hetta botnar eisini í, at eg ikki klári at vera einsamallur. Tað er ein ræðandi tanki fyri meg. Ræðandi løta. Ein partur av mær veit, at eg ikki skal gera nakað drastiskt, men tó, ein hugsar ikki heilt rasionelt, tá ein verður útsettur fyri slíkum. Nøkur góð ráð?

Góði drongur.
Takk fyri brævið. Eg haldi, tað hevði verið best fyri teg at arbeitt við tínum ótta fyri at vera aleinaður og hví tað fær sjálvmorðstankar fram hjá tær. Hóast eg haldi, tað er gott, at tú skrivar til okkum og leitar tær ráðgeving, so er hesin trupulleiki ikki nakað, ið ein brævkassi ikki kann hjálpa tær við – men tað kann ein sálarfrøðingur. Í viðgerðini kunnu tit finna útav hvat hetta snýr seg um og hvussu tú kanst læra at vera aleinaður uttan at gerast bangin og fáa sjálvdestruktivar tankar.
Eisini vil eg ráa tær til, um sjálvmorðstankarnir gerast konkretir, altso um tú t.d. hevur planlagt hvussu tú skalt gera og hevur keypt tað, ið brúkast skal osfr., at tú leitar tær hjálp, áðrenn tað verður gjørt álvara av tankunum. Konkretir tankar um sjálvmorð økja vandan fyri, at ein faktisk ger álvara av teimum.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…