Search
Close this search box.
Eg eri ógvuligani bangin fyri at eg havi bulimia nervosa. Eg havi vant ítrótt síðan eg var heilt lítil, og nú í ár valgdi eg at taka eina pausu. Eg føli at tað einasta, ið kann halda meg í form er at venja hart hvønn dag. Eg prøvi at venja sjálv við at renna og at gera styrkjivenjingar, men støggji altíð aftaná eina tíð. 2 mánar síðani byrjaði eg at noyða matin upp aftur, aftaná eg hevði havt lágt sjálvsálit í mánar. Eg hati at gera tað, men aftaná eg havi etið okkurt við ov nógvum kalorium, byrji eg at sveitta og at blíva nervøs, líka inntil eg fái tað út. Eg vil ikki eta bomm, men geri tað alíkavæl, øll eta bomm, tað skuldi ikki verið nakað heilt ringt at eti eina sjokolátu, men tað er tað fyri meg, aftaná eg havi etið hana, fái eg ringt sjálvsálit. Eg havi lisið at bulimia nervosa kann leiða til hjartastop og nóógv annað, og aftaná eg læs tað støggaði eg at koyra matin upp eina tíð, men byrjaði aftur pga. sjálvsálitinum. Eg vil ikki fortelja mínum foreldrum um tað. Eg havi tosað við einum persóni um tað, ið eg stóli 100% uppá, ikki tað at eg ikki stóli uppá míni foreldur, men eri bara bangin fyri hvussu tey fara at taka tað. Eg hopi at eg kann fáa tey røttu ráðini frá tykkum, so at eg kann støgga hendan ringa vanan.

Góða 16 ára gamla genta, tað er rætt av tær at vilja gera nakað við títt etingarólag. Tú greiðir frá, at tú noyðir ov nógvan mat uppaftur, eg rokni við at tú stingur ein fingur djúpt i hálsin og so vil spýggja , ja hettar er tað sum kallast bulimi.
Tú greiðir ikki frá um tú vigar ov nógv, men helst ynskir tú at viga minni, og at hettar er orsøkin til, at tú fór at spýggja.. Mín spurningur er nú, um tú ert realistisk, hvat halda foreldrini um tína vekt, og hvat sigur heilsusysturin? So sigur tú, at tú hevur ringt sjálvsálit, kann tað vera eitt ólukkuligt forelskilsi har aftanfyri ? Vónandi hittir tú skjótt ein annnan fittan drong, og so verður tað betur.

Bulimi er ein sjálvskaðandi atferð, sum ein ikki kann stýra, soleiðis at nogv í lívinum snýr seg um at fáa nógv av leskiligum mati og umstøður at spyggja . Tað skal haldast loyniligt, tí ein skammar seg. Tað verður minni orka til annað í lívinum, vinir, skúli, familia og áhugamál.
Kropsliga er tað ikki so vandamikið, magasýran kann etsa slímhinnur og tenn(fleiri hol), men hjartastopp fáa ung frísk fólk ikki. Kropsvektin verður vanliga lítið ávirkað.
Nú til hvat kanst tú gera.
Høvuðsráð eru : ver aktiv og saman við fólki. Ger nakað sum tær dámarìtriv, men ver eisini væl fyrireikað til skúlan , økir um sjálvsálitið.
Goym ikki slikk og køkur ella annað etandi. Et vanligt minst 3 ferðir dagliga, gjarna saman við familiuni.

Ver kropsliga aktiv hvønn einasta dag gjarna saman við vinfólkum ella familiu. Gott er at hava fastar avtalur t.d. vera á einum liði ella rennavenja saman, so heldur tú lættari eina meðal vekt og lagið verður betur.
Tú kanst eisini gera tær eina “gularót”, pening tú ikki brúkar uppá slikk og annað, goymir tú til bio atgongumerki, ella annað tú sparir upp til.
Gott er um tú kanst tosa við foreldrini um hettar, men tað er rætt, at helst er tað er torført fyri tey at skilja, so er tað møguligt t.d., at mamma tín og tú fara til læknan og tosa um støðuna.
Endiliga so styðja teg til tann eina personin, tú hevur fult álit á. Tú kundi diskutera hesa ætlan og haft fastar avtalur við viðkomandi.

Eg vil ynskja tær góða eydnu í stríðnum, hetta vil eisini geva tær nógv størri sjálvsálit.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…