Hey eg eri ein 13 ára gomul genta ið bara ikki orkar meira skúla. Eg orki ikki upp um morgunin og hvørki orki ella tími at vera í skúlanum. Eg verið ikki happa ella nakað, eg bara tími og orki ikki at vera har. Eg havi eisini summar tíðir har eg bara heldur ikki orki at vera til, har eg bara havi hug at hvørva. Eg havi ikki sjálvmorðs tankar og havi heldur ikki deprimeraðir tankar. Men eg klári ikki at sovna tíðliga, eg havi ofta roynt, men tað riggar ikki.
Eg eri í skúla leingi og aftaná er tað jú skúlating, sum kann taka eina góða løtu. Eg vil sleppa út við vinfólki um kvøldi men tað er altíð skúli sum er í høvdinum á mær, tí eg hugsið um at eg skal tíðliga upp.
Hvat skal eg gera tá ið tað er lóg, at man skal ganga í skúla?