Góða tú, ið følir stóran sakn!
Eg havi valt ikki at leggja brævið út á heimasíðuna, tí tað er ov avdúkandi. Tó vil eg líka lata eina reglu koma við, so at onnur kunnu fylgja við í, hvat tín trupulleiki snýr seg um. Tit eru fleiri í familjuni, ið upplivdu somu ræðuliga hending, ið kom at ávirka tykkara familju nógv fram til dagin í dag og eisini fer at merkja tykkara framtíð. Tó eru tit so ymisk og hava reagerað so ymiskt uppá somu hending. Tað kann gera, at tú lættliga verður sárað av øðrum í familjini, tí tey ikki skilja, hvussu tú kanst ávirkast so øðrvísi enn tey. Tú spyrt, um tað er normalt at syrgja so langa tíð eftir deyðsfall. Sorgin er undarlig, tí hon rakar fólk so ymiskt. Eingin syrgir eins og ein annar, men tað eru nakrar felags fasur, ið tað vísir seg, at flest fólk fara ígjøgnum. Hvussu leingi fólk dvølja við hvørja fasu, er sera ymiskt. At missa ein, ið ein er góður við, er altíð ringt. Tó kann tað vera ógvuliga ymiskt, hvussu missurin kennist. Í tínum føri hendi tað knappliga, og uttan nakra ávaring hevði tú mist fleiri av teimum, ið tú vart góð við, og tað er natúrligt, at tað setur seg sum ein skelk í tín kropp og tína sál. Tá fleiri av tínum nærmastu eisini vóru rakt av sorgini samstundis, áttu tit øll hava fingið sálarfrøðiliga hjálp, men tað fingu tit ikki. Síðan hava tit roynt at liva lívið víðari. Tá fólk ikki fara gjøgnum eina sorg, við at gráta, merkja pínsluna av sakninum, og kunnu tosa um, hvat tey hugsa og kenna, hendir tað ofta, at tey sýnast at klára seg hampuliga, tá tey fara víðari í lívinum, men tey koma ikki víðari kortini, tí tey onkursvegna eru merkt av tí, sum hendi fyri langari tíð síðan. Tá tey so vilja tosa um sorgina, kunnu onnur minna tey á, at tað nú er so langt síðan, og at tíðin lekir øll sár… Kanska tú kennir støðuna aftur, nú tú hevur tørv á at tosa um tað, sum hendi, og hví tú í dag ert so kedd, og at onkur tá sigur, at tað kann ikki hava havt so stóran týdning fyri teg, tí tú bara var 4 ár tá. Eg vil mæla tær til at tosa við heilsufrøðingin í skúlanum ella ein lærara, ið tekur teg í álvara. Tú hevur nógv inni í tær, sum vil út. Tað hjálpir at tosa umaftur og umaftur um tað, sum tú hevur tørv á at tosa um. Tá tú ikki hevur tørv á tí meira, kann eg ímynda mær, at tú so kanst sleppa víðari, og finna eitt pláss inni í tær, har sorgin kann vera, bara uppá ein annan og nøgdari máta. Hon fer ikki at fylla so nógv tá, sum hon ger nú. Heilsufrøðingurin kann kanska vísa tær til ein viðgera, ið veit serliga nógv um sorg, ella er tað nógv mikið at tosa við heilsufrøðingin. Tað, sum hevur størstan týdning er, at tú kennir teg trygga við tann, ið tú tosar við.
Góða eydnu við tí!
Tú & Eg Ráðgevingin