Tað er ikki so undarligt, at tú ert troytt av at uppliva, at onnur ikki skilja títt problem. Men tað er nú soleiðis, at genturkvinnur eru so ymiskar á skapi og tað eru bróstini eisini. Man sigur at kvinnukroppurin ikki er liðugur at búnast fyrr enn man er farin upp um tey 20 árini. Tað vil siga, at tey sum siga við teg, at tað ferð at koma, hava rætt. Men tað kann verða troyttandi at bíða tá man hevur tað sum tú. Hevur tú hugsað um, at tað eru brósthaldarar, sum hava innlegg so bróstini síggja eitt sindur størri út? Tað er ein møguleiki, eitt sindur “følsk reklama”, men tað kann gera at tú følir teg betri tilpas og bróstini til dømis sýggja betur út innanfyri eina stramma blusu. Tað eru serhandlar, sum selja slíkir brósthaldarar og har fólk eru sum kunnu vegleiða teg, so tað kemur at rigga.
Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin