Search
Close this search box.
Hey nú er tað so eg eri ein 21 ára gamal drongur, og fyri at kunna koma til mín spurning so má eg líka fortelja mína søgu. Tað byrjaði í skúlanum eg bleiv nógv happaður í gjøgnum mína skúla gongt og hevði tað ikki gott við mær sjálvun, eg kláraði millun annað ikki at lesa og rokna, og mínir foreldur flentu bara eftur mær og vildu ikki hjálpa mær við mínum skúla tingum, tað var so vemuligt at eg aldrin fór aftur til tey við mínum skúla tingum, fyri at siga tað í stuttum so happaðu tey meg við mínari útsjónd og ting sum eg ikki dugti tá. Sum smá drongur stongtu tey meg eisini inni í einum kamari til tiðir, tey vóru virkuliga ónd ímótir mær. Sum ungur byrjaði eg at hata tey, eg var heldur ikki líka sum mínar systrar tey gjøgum sum sagt var ti, so var ongin skeldur. Eg timi ikki altið at gera tað sum sagt var, ti eg visti eg hevði rætt, t.d vaskaði stóra systur mín altið hús og klæðir aftaná skúla tíð, eisini meðan hon gekk í hægri handilsskúla. Tað var sera strævði fyri hana og tað sá eg eisini á henni, hon bleiv so gift við einum drongi og míni foreldur hildu onki um hann bara ti hann var frá einum ørðum landi, aftná alt tað sum hon gjørdi fyri tey, fekk hon fótin í reyvina og út at búgva við ongum í hendrinu., Hon hatar tey eisini fyri tað, og so havði eg eisini ein lítla systur, eg síggji nógv meg sjálvan í henni, hon er ein veikur persónur líka sum eg var, hon klárar seg illa í skúlanum og hevur næstan ongar vinir og verur arga, akkurát líka sum míni 10 ár í fólkaskúlanum, hon er 16 ára gomul og hon virkar sum ein 13 ára gomul ella enn og minni. Mínir foreldur geva heni bara bomm og annað fyri at halda hana gleða, og hon er virkuliga blivin tjúkk aftná alt hetta, mín spurningur er kann eg ikki hjálpa heni? Eg veit hon ikki hevur tað gott, og mínir foreldur eru vemilig, tey hava haft sex meðan lítla systur mín var til staðar og sovurit, eisini tikið myndir í meðan, meðan mín lítla systur hevur verði beint við og hoyrt tað gingið fyri seg (í einum camping vogni), eg haldi ikki lítla systur mín hevur fata at tað er skeift sum hendur rundan um hana, eg haldi hon heldur tað vera normalt, men tað er tað ikki, og eg vil ikki hava hon skal fáa ávirkan og sítt lív av hesum, ti eg síggji longu stóra ávirkan á henni, tí eg havði sjálvur prøva at fari ígjøgnum hesar vemuligar tiðir saman við mínari familju og eg eri ikki orduliga komin yvur tað enn. Eg má bara hava hjálp við hesum, eg vil ikki síggja hana fara ígjøgnum alt tað sum eg fór ígjøgnum, ti tað hevur ongin persónur uppiborði, Eg royndi at siga mína meining við míni foreldur og siga teimun at hetta kunna tit ikki gera ímótir tykkara egnu børnum, av hesum fekk eg eisini fótin í reyvina og út av búgva, og eg standi eisini sjálvur nú og ongan at hjálpa mær og veit ikki hvat eg skal gera, men tað einasta eg vil við hesum er at hjálpa systur míni frá hesum helviti Hvat skal eg gera?        

Hey og takk fyri brævið!  
Tað er gott, at tú skrivar til ráðgevingina, so tú fært lættað tær um hjartað. Tað kann vera tungt at ganga einsamallur við slíkum trupulleikum. Tað ljóðar sum tú hevur havt nøkur trupul barna – og ungdómsár. Tú hevur verið úti fyri álvarsligum sálarligum harðskapi, frá teimum menniskjunum sum áttu at vart teg og verið góð við teg. Slíkur atburður er revsiverdur og skaðiligur fyri børn. Slík atferð kann elva til ótryggleika og aðrar sálarligar trupulleikar hjá børnum, og tað er týdningarmikið, at børn ið uppliva tílíkt, fáa hjálp. Eg skilji væl, at tú ert ørkymlaður um systir tíni og ynskir ikki, at hon skal ígjøgnum tað sama, sum tú hevur upplivað. Tað er gott, at systir tín hevur ein stórabeiggja, sum hevur umsorgan fyri henni og vil hjálpa henni. Hinvegin er hetta ein stór ábyrgd hjá tær at standa einsamallur við, og tað er tí av stórum týdningi at tú fært hjálp og vegleiðing. Á tann hátt fært tú best hjálpt systir tínari.  

Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna www.bvs.fo og greiða teimum frá støðuni, sum hon sær út nú. Tey kunnu siga tær, hvørjar møguleikar systir tín hevur og hvussu tey fáa hjálpt henni. Tey kunnu geva tær ráð og vegleiðing til hvussu tútit koma víðari. Eg hugsi eisini, at tað møguliga kundi verið gott fyri teg, at práta um og fingið hjálp fyri tað sum tú hevur upplivað sum barn. Tað tekur tíð at fáa tað betri, og krevur dirvi at tosa um tað. Og dirvi hevur tú víst, við at tú hevur vent tær til ráðgevingina hjá okkum. Um tað kundi verið nakað fyri teg at tosa við ein sálarfrøðing, so kanst tú venda tær til egnan lækna og greiða honum frá støðuni, so kann hannhon møguliga geva tær eina ávísing til sálarfrøðing. Tú kanst eisini hyggja inn á www.psykolog.fo , har er ein listi við føroyskum sálarfrøðingum.  

Tú ert vælkomin at skriva aftur ella at kjatta við okkum. Um tú skrivar umvegis kjattin, fáa vit veitt tær meira nágreiniliga ráðgeving og vit vilja fegin hjálpa tær, tað vit eru ment. Systir tín er eisini hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara, so tað kanst tú eisini tosa við hana um. Um tú ynskir at fáa hjálp frá Barnabata at tosa við myndugleikarnar um støðuna, so at tey kunnu hjálpa tykkum, kanst tú venda tær til Barnabata í dagtímunum, har tú kanst fáa hjálp frá samskiparanum á tlf 116 111 ella 532011. Hon vil tá hjálpa tær at tosa við myndugleikarnar og vil vegna Barnabata lata eina skrivliga fráboðan  til barnaverndartænastuna í tínum øki, har greitt verður frá tykkara støðu og at vit eru stúrin um tykkara støðu og heita á tey um at hálpa tykkum.    

Blíðar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…