Search
Close this search box.
Hey hey: D fyrst vil eg takka mega nógv fyri at tit hava hesa heimasíðuna og brævkassan: D Mítt problem er, at eg føli meg mega einsamalla. Eg havi ongar vinir, men eg hevði einaferð, men eg føldi tað at vinirnir byrjaðu so smátt at fara frá mær. So einaferð gjørdu teir okkurt sum knústi meg sundur. Tað var líkasum tey bara høvdu meg sum vin, so tey kundu halda meg fyri spott, men so helt eg at tað bleiv gott aftur, men nei ikki allíkavæl. Eg eri ein meira dreingjatypa. Mær dámar sera væl fótbólt og at vera nógv úti í náttúruni, líka sum skótar (og eg gangi eisini til bæði). Men allíkavæl er tað okkurt um ger, at eg ikki fái opnað meg fyri øðrum fólki. Eg eri akkurát sum fangað í einum búri og øll ganga bara framvið og ignorera meg bara. Hvat skal eg gera?

Góða ‘Tann Einsamalla’!
Takk fyri at tær dámar okkara heimasíðu og brævkassa!

Tað er ikki lætt at kenna seg einsamalla… tað er torført ongar vinir at hava, og enn verri at hava vinir, ið gera gjøldur burturúr einum. So eg skilji væl at tað ikki er lætt at vera tú beint nú.
Tað at tú hevur áhugamál sum fótbólt og skótar ger púrt einki. Tú fært rørt teg, og fært fríska luft, samstundis sum tú ert úti í náttúruni – og tað er sunt!
Men tað at tú kanska ert meira millum dreingir ger tað nokk eisini verri at finna gentuvinir. Men ger tað nakað? Tú kanst jú eisini royna at finna tær dreingjavinir, sum tú hevur felags áhugamál við.
Tað er ikki ein lóg, at gentur og gentur, ella at dreingir og dreingir, skulu spæla saman. Onkuntíð hóska genta og drongur heilt væl at vera vinir, tí at tey til dømis hava somu áhugamál ella at tey til dømis eru á bylgjulongd. Tað er heldur ikki neyðugt at vera par fyri at fylgjast við einum av tí mótsatta kyninum.
Sjálvt um tú ert langt niðri nú og heldur, at tú ikki fert at fáa nakran vin, so mást tú ikki geva upp. Áðrenn tú veitst av, kanst tú hava fleiri vinir.
Tú tykist ikki vera ein genta, ið ger nógv fyri at fáa uppmerksomheit. Tað nýtist tær heldur ikki at gera. Tó, onkuntíð er tað gott at vera tann, ið tekur initiativið. Til dømis, sjálvt um eingin tosar við teg, kanst tú kortini royna at tosa við tey. Tey svara heilt sikkurt aftur og møguliga kanst tú skapa samband á tann hátt.
Góða eydnu!

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…