Search
Close this search box.
Heeej fyrst vil eg takka fyri, at tit hava gjørt hendan brævkassan .
men nånå.. .. eg & mín besta vinkona vit tosa ofta um at skriva inn her .. tí at vit halda, at tað at tað er so mega merkiligt, at børn skera seg .
Vit hava eina mega góða vinkonu. hon er á okkara aldri & vit hava funnið út av, at hon skerir seg i allan armin.
og vit hava sæð armin hjá henni. Tað er næstan onki at gera. & hon hevur fortalt okkum, hví hon ger tað. Hon sigur, at tað er tí, at hon vil hava mín besta vinkonu’sa vinmann & at hon ger alt fyri at fáa hann ‘ : .
Vit hava sagt, at um hann ikki dámar hana, so er onki at gera. Men hon blívur við … eg føli meg sum eina mega býtta gentu,  tá ið eg onki fái gjørt .. eg vil gera alt fyri hana, so hon fær tað gott .. Hon heldur eisini, at tað er merkiligt at gera tað. Men hon sigur, at fyrstu ferð, ið hon gjørdi tað, so var tað vemmligt & hon fekk mega ilt aftaná .. men so nu heldur hon, at tað kemur ein sovorðin køld strála i kroppin hjá henni, so at hon slappar av í einar 2 dagar. 
Eg haldi, at hon er ein góð vinkona, tí at hon er so bangin fyri, at vit fara at gera tað. Hon sigur at VIT ongatíð muga fara at byrja ‘ .. (tað ætla vit heldur ikki ). og hon kann siga mær nógv. Hon sigur kanska okkurt um heima & sjálvandi sigi eg tað ikki . Men eg vil bara gera so, at hon fær tað betri & at hon ikki fer at fáa ein aruttan arm .. eg elski hana so nógv sum vinkonu, at eg ikki bara kann lata sum luft at hon onki ger. Góða hjálp mær ? ‘ :

Góða tú ella tit báðar, sum velja at skriva inn til okkara viðvíkjandi einari góðari vinkonu, sum skerir seg!

Fyrst vil eg takka tykkum fyri brævið og at tit venda tykkum til okkara viðvíkjandi trupulleikunum hjá tykkara vinkonu. Tit eru heilt vist góðar vinkonur hjá henni at hava. Eg skilji væl, at tit gjarna vilja hjálpa henni.

Tað at børn ung skera seg, kann hava óteljandi orsøkir. Tú skrivar, at hennara orsøk er, at hon vil hava vinmannin hjá tíni bestu vinkonuni, og hon ger alt fyri at fáa hann. Eisini skrivar tú, at hon kann siga tær nógv um hvussu tað er heima. Tað vil siga, at kanska er okkurt heima, sum hon eisini er kedd um??? Tað er ringt at siga akkurát, hví hon velur at skera seg. Men tað er óivað okkurt sum ger at hon ikki hevur tað heilt gott, ella sum hon er kedd av.

Tú skalt ikki føla teg býtta, tí tú einki fært gjørt. Tað at vinkonan skerir seg, er ikki tín ábyrgd, og sum tað ljóðar, hevur hon tørv á, at fáa onkran vaksnan at hjálpa sær úr trupulleikunum. Tað er ikki altíð so lætt at steðga tí sjálvur. Hvussu við skúla-heilsusystrini? Um hon ikki vil tosa við hana sjálv, so kanst tú tosa við skúla-heilsusystrina og greiða henni frá, hví tú ert stúrin um vinkonuna. Tú kundi eisini bjóðað vinkonuni at tú fert við henni at tosa við hana. Skúla-heilsusystirin hevur ábyrgdina av at hjálpa tíni vinkonu, tá tú hevur greitt henni frá støðuni. Hon finnur vónandi onkran góðan máta at fáa samband við tína vinkonu, so at tær kunnu fáa eitt gott prát.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…