Search
Close this search box.
Hey, eg vil bara fyrst siga at eg eri mega glað fyri at hendan heimasiðan er komin. Eg havi ongan at tosa við, eg havi eina deiliga mammu og ein pápa, men eg vil bara ikki tosa við tey , tað er sum um at um eg nu fari at tosa við tey so kenna tey allar minar síður, eg føli at eg ikki kann tosa við tey , mamma min blivur púra knúst um hon heirur alt. Eg eri 14ára gomul, eg havi haft ein sjeik fyri ca . 5mðr siðani vit vóru mega væl og øll søgðu hvussu væl vit riggaðu saman, vit fóru ikki i song við hvørjum ørðum ella nakað, men vit vóru saman altso friggjaðu o.s.v . Hann segði allatið hvussu høgt hann elskaði meg face to fece . Mangan fór eg at tára av honum ti tað var so rørandi ‘ so knappliga bleiv tað ligut hja okkum. Enn vita vit ikki hvi. Eg bleiv so meega sorgarbundin . Eg begynti at skera i meg sjálvan, fyrst bara skøvur, keddari eg bleiv djupari blivu sárini. Onkuntið eri eg svima ti eg havi skori so djupt. Eg eri so kedd um hettar sum er hent i milum meg og x-sjeikin. Eg føli at hesin trubuleikin fer at halda meg i einari leinkju altið nær kann eg koma yvur hettar? eg eri pura knust . Eg havi reint at fara her frá 3 ferð. Altso gera av við meg sjálvan. men tað er lagtsiðani. Eg vil ikki tosa við nakran , ikki minar vinir ikki familjuna og ikki sygulog. kann eg fáa hjálp her inni? hvussu kann eg gevast við at skera i meg? hvussu sleppi eg av við sjálvmorðstanakanar? hvat hendur um eg komi saman við honum aftur og hann ger tað ligut aftur, skal eg so i gjøgnum alt ummaftur? eg hopi tu kanst hjálpa mær .

Góða ‘Ung genta við sjálvmorðstankum’
Takk fyri brævið. Eg kann lesa meg fram til, at tú hevur álvarsligar tankar og fer ígjøgnum eina trupla tíð. Tað er sera umráðandi at tú tosar við ein vaksnan um tína truplu støðu, tí tú hevur heilt víst tørv á hjálp.
Tað er sera álvarsamt at skera í seg, sum tú ger. Tað má steðga skjótast gjørligt! At skera í seg kann linna sálarliga pínu, men henda linnan varar bert eina løtu. Tað kann tykjast sum ein máti at flýggja frá teim ringu tankunum, sum gera teg kedda og sorgarbundna. Men við tíðini er hetta ikki nøkur góð loysn, tí teir ringu tankarnir koma aftur, og sárini blíva djúpri og meira vandamikil, og so kann tað enda galið. Tað kann eisini verða ringt at steðga við at skera í seg, tí ein kann blíva vanabundin av tí. Tískil er tað umráðandi at tú steðgar við at skera teg sum skjótast.
Kanska tú kundi roynt onkran annan máta at sleppa av við ringu tankarnar uppá. T.d. kundi tú avtalað við teg sjálva, at hvørja ferð tú følir trongd til at skera í teg, so kanst tú ístaðin royna at skriva niður alt tað sum tyngir og pínir teg í eina dagbók, sum bara tú lesur í. Fyri summi hjálpir hetta at fáa greiðu á sínum tankum.
Um tað ikki ber til, ella ikki hjálpir at tosa við tíni foreldur, er tað umráðandi at tú finnur onkran annan vaksnan sum tú hevur álit á t.d. heilsusystrina á tínum skúla, ella ein lærara sum tær dámar væl at tosa við. Tað kann eisini vera foreldur hjá einari vinkonu ella onkur annar í tínari familju.
Mítt ráð er eisini at tú einsamøll ella saman við einum vaksnum fer til lækna fyrst og so møguliga seinni til ein sálarfrøðing, tí teir hava oftast tey bestu ráðini til at kunna hjálpa. Læknin hjá tær kann vísa tær til ein sálarfrøðing.
Tú ert eisini sera kedd um at tað er liðugt millum teg og sjeikin. Tað skilji eg væl. Tú skrivar eisini, at tú ikki veitst hví tað varð liðugt. Einasti mátin at fáa hetta at vita, er nokk at spyrja hann. Tú spyr eisini, hvat hendir, um tú kemur saman við sjeikinum aftur. Tað dugi eg ikki at svara uppá. Men um tit koma saman aftur, so kann tað eisini henda at tað verður liðugt aftur.
Tú skrivar at tú ikki vilt tosa við nakran, men um man sum tú hevur tankar um at taka lívið av sær, er tað sera umráðandi at tosa við onkran. Kanska tú finnur onkran, sum tú følir at tú kanst tosa við. Tú ert eisini vælkomin at ringja til “Tú & Eg Ráðgevingina” á  tlf. 116 111 og tosa við ein ráðgeva, sum kann royna at hjálpa tær víðari úr hesi støðu.

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…