Góða unga genta.
Takk fyri brævið.
Út frá tínum brævi ljóðar tað, sum tú ert góð við hesa vinkonuna, men bara hevði viljað, at hon lat vera við at sláa teg. Um hon veruliga er ein góð vinkona, so haldi eg tú burdi sagt tað við hana! Tú kundi sagt tað á ein penan hátt, at tú heldur tað vera keðiligt, og at tú ynskir, at hon heldur uppat at sláa teg. So kundi tú nevnt tær kenslurnar, sum tú fært tá hon slær teg, til dømis at tú fært ilt, at tú kennir teg illa, ella at tað er flóvisligt, fyri at hon betur kann skilja teg. Tí tað er als ikki vist, at hon veit, at tær ikki dámar hetta.
Um tú ikki sjálv megnar at siga tað við vinkonuna, ella hevur roynt uttan úrslit, so kundi tú kanska fingið onkran at hjálpt tær. Tú kundi til dømis tosað við mammu tína um tað, ella onkran annan sum tær dámar at tosa við.
Tú hevur rætt at seta mørk, viðvíkjandi hvar onnur fólk kunnu nerta við teg. Tú skalt ikki finna teg í tí, tá onnur fara yvir tíni mørk – tað er umráðandi. Men fyri at onnur skulu vita, hvar mørkini hjá okkum eru, so noyðast vit við hvørt at siga frá. Tí vit eru øll ymisk, og okkurt sum einum ikki dámar, kann onkur annar halda vera púra ok.
Um tú hevur meira uppá hjarta, so ert tú altíð vælkomin at skriva aftur, ella at ringja til ráðgevingina á tlf. 116 111.
Tú & Eg Ráðgevingin