Search
Close this search box.
Eg havi eitt problem: Eg kann ikki tosa við míni foreldur. Tey stóla ikki uppá meg, tí eg havi gjørt NÓGV bæði lógligt og ólóglig. Nógv av tí vita tey um, men tað er eisini nógv, sum tey ikki vita. Tey hava meldað meg 3 ferðir sjálvi, so hvussu kann eg tosa við tey um alt hitt, sum eg havi gjørt uttan at tey melda meg? Tí nógv av tí, sum tey ikki vita er verri enn tað, tey hava meldað meg fyri…Góðu tit, hjálpið mær við hesum probleminum: Hvussu kann eg tosa við míni foreldur um hetta?

Hey ‘Vánalig foreldur’!
Takk fyri, at tú hevur skrivað til okkara í TÙ & EG  ráðgevingini!
Tað er gott og neyðugt hjá tær at fáa hjálp frá øðrum vaksnum beint nú, tá tú ikki kanst tosa við tíni foreldur.
Tín støða nú er, at tú ynskir at tosa við tíni foreldur, men at tú ikki torir at vera helt erligur, tí tú ert bangin fyri, at tey so fara at melda teg og fara at stóla enn minni uppá teg.
Tað er gott, at tú vilt tosa við tíni foreldur, og at tú vilt vera erligur.
Eg hugsi um tey lógligu tingini, sum tú hevur gjørt, og tað at vera tannáringur. Hevur tu eisini brúk fyri at fortelja um tey? Tað henda nógv ting í tínum lívi, og tú hevur  rætt at eiga nøkur ting fyri teg sjálvan, um tú ikki følir teg til reiðar at tosa við onnur um tey. Tú hevur eisini rætt at velja onkran annan at tosa við enn tíni foreldur.
Aftur til tey ólógligu tingini, sum tú hevur gjørt: Tú ert 14 ár og tú ert meldaður 3 ferðir av tínum foreldrum. Eg síggi  tína truplu støðu, og hugsi um, hvat orsøkin kann vera til at tú gert lógarbrot.
-Er tað onkur trupulleiki í tínum lívi,sum førir við sær, at tú gert nógv ólógligt?
-Var tað okkurt serligt, sum gjørdi, at tú byrjaði at gera nógv ólógligt?
-Kanst tú síggja teg sjálvan í framtíðini sum ein, sum ger nógv ólógligt ella ein, sum ikki ger nakað ólógligt?
-Ynskir tú at gera broytingar ?
-Hvat kann broyta tína støðu?
Tú kennir tína støðu best sjálvur, men kann tað hugsast, at tíni foreldur blíva glað, tá tú sigur við tey, at tú vilt gjarna vera erligur, og at tú hevur nakað, sum tú vilt fortelja teimum?
Um tú vilt tosa við ein vaksnan um tín trupulleika, ert tú vælkomin at ringja til TÙ & EG ráðevingina á tlf 116 111. Tú kanst eisini altíð skriva aftur til okkara.

Góða eydnu!

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…