hvussu stórur er vandinmøguleikin fyri at gerast við barn, um man hevur havt menstration stutt síðan? -hvussu stórur er vandinmøguleikin um tað bara er “høvdið”?     Tú & Eg Ráðgevingin  

Hey og takk fyri spurninginum, sera viðkomandi!
Um ein ung genta fer i song við(hevur samlegu) stutt aftaná, at mánasjúkan er liðug, er vandin stórur fyri at gerast við barn. Tvær orsøkir eru: eggloysing kann vera tíðliga ella mitt í og eisini seint i mánaðanum. Her tosa vit um mánasjúku syklusmánaðinum. Hin orsøkin er, at sáðið kann liva í lívmóðrini, eggjaleiðaranum ella í búkholuni í fleiri dagar. Tað eru soleiðis sera góðar grundir fyri at brúka fyribyrging. Um fyribyrging ikki hevur riggað, t.d. hítin hevur ligið á náttborðinum og ikki komin á, so minst til angribollar, sum kunnu keypast á Apotekinum í hondkeypi. Hevur ein genta fastan sjeik, er nógv best at brúka p-bollar, p-ring ella spiralsnyril. Í dag halda kvinnulæknar, at gentur, sum ikki hava verið við barn eisini kunnu brúka snyril.

Heilsan  

Veit ikki hvat eg skal kallað tað

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp