Search
Close this search box.
Nú veit eg ikki, hvat eg skal gera. eg havi ongar vinir eftir, ongin tímir at fylgjast við mær, ikki eingongd at tosa við meg. Eg havi altíð havt tað ringt, heilt siðan eg var lítil. Eg havi altíð gingið og sagt at eg havi vilja doyð og at alt hevði verið nógv betur, um eg ikki var her. Mín allar besta vinkona (ella hon var einaferð) veit alt, um hvussu eg havi tað og hvat eg havi gjørt ímóti mær sjálvari. Hon sigur bara at eg skal gera tað, um tað hjálpir mær við at fáa tað betur. Tað ger undir ongum umstøðum. Tað einasta ið tað ger, er at eg fái tað enn verri enn eg longu havi tað, tí tað er altso ikki sera hjálpandi at fáa at vita, at mann skal bara blíva við at gera sjálvskaða á seg sjálvan. Men ja nokk um tað. Eg gangi til sálarfrøðing men tað hjálpir ikki serliga nógv, men eg sleppi ikki undan. Men ja so mín spurningur er hvussu skal eg gera? Eg havi ongan hug at liva longur, havi ongan at liva fyri, so hvat skal eg gera. havi bara hug at taka mitt egna lív…

Góða Genta

Fyrst av øllum, takk fyri títt bræv. Sum vit skilja tað, so hevur tú tað ikki lætt. Tú greiður frá at tú ikki hevur líka nógvar vinir, sum tú áður hevur havt, og at tú hevur gjørt skaða á teg sjálva.
Tað er nógv sum bendir á, at tú ikki hevur tað gott nokk, og tað eigur ikki at verða so. Fyrst av øllum vilja vit heita á teg, um ikki at taka ráðini frá vinkonu tíni í álvara. Sjálvskaðandi atferð tænir ongum góðum endamálið, og kann bert elva til at tað verður verri.
Nú skrivar tú, at tú gongur til sálarfrøðing, og at tú følir, at hetta ikki hjálpir tær. Tá ið tað handlar um sálarheilsu er tað ikki sum tá ið vit hava skori okkum. Tað er ikki sum at koyra eitt plástur á, taka heilivág fyri pínu, og bíða ein dag ella tveir, so er tað yvirstaðið. Um tað verður mett, at ein hevur tørv á sálarfrøðingi eru tað nógv ymisk ting ein skal arbeiða við.
Nú vita vit ikki júst hvørjar trupulleikar tú hevur, men ofta, tá ið talan er um sjálvskaðandi atferð og hugsanir um at enda sítt lív, so krevur tað fleiri samrøður. Av og er tað so, at ein skal læra at seta orð á teir trupulleikar ein hevur, og síðani, saman við sálarfrøðinginum læra seg ymisk amboð til at megna at koma ígjøgnum ymiskar støður ein kann koma í dagliga.
Tá tú nú hevur samband við ein sálarfrøðing, vilja vit mæla tær til, at greiða sálarfrøðinginum frá øllum tínum tankum, so tit betri kunnu finna loysnir saman. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 116 111, so vit betri kunnu tosa um støðuna hjá tær, og neyvari kunnu veita tær hjálp.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…