Góða genta 14 ár.
Tað er ringt at svara tínum spurningi, tá ið eg ikki síggi teg.
Út frá teimum upplýsingunum, sum tú kemur við, so ber til at rokna BMI talið hjá tær. Tað er eitt vegleiðandi tal, sum lýsir forholdið millum hædd og vekt. Og eftir tí vigar tú ikki og nógv, men hevur eina miðal vekt. Tú kanst lesa meira um BMI o.a á www.slankedoktor.dk.
Kropsbygnaðurin hjá okkum er sera ymiskur, nøkur er herðabreið, stórlimaði og onnur eru spinkul. Tað skal ein eisini taka hædd fyri.
Í tínum aldri broytist kroppurin eisini nógv, og tað er nakað tú skal venja teg við. Tað er sjálvandi keðiligt at tú ert ónøgd við tína vekt, og um tú veruliga ynskir at gera okkurt við vektina, so kanst tú royna at spyrja heilsusystrina á skúlanum um vegleiðing.
Eitt gott ráð er sjálvsagt eisini at eta sunt og røra seg. Ónøgdin kann jú eisini koma innanífrá.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin