Hey ‘vinkonan’!
Nú veit eg ikki um eg skilji teg rætt. Men sum eg lesi tað sum tú skrivar, so hevur tú eina vinkonu, sum tú ikki ordiliga tímir at vera saman við, tí hon hevur nakrar keðiligar síður, sum tær ikki dámar. Men tú torir ikki at siga tað við hana, og tú følir teg noydda at vera saman við henni, so at tú ikki verður ópopuler millum hini. Veit ikki, um eg havi skilt teg rætt?
Tú sigur, at vinkonan hjá tær kann vera fitt, men eisini at hon lýgur og baktalar, tað skilji eg væl at tú heldur tað vera keðiligt. Tí tað kann vera ótrúliga óbehagiligt at noyðast at hoyra upp á slatur um onnur, tá ið man ikki vil.
Tað virkar sum um at tú ikki ordiliga veitst, hvar tú hevur hana, tí at hon bæði kann vera fitt viðhvørt, og frek aðrar tíðir. Og tú fortelur eisini, at mamma hesa vinkonuna er mega ónd.
Tá ið tú sigur tað, so fær tað meg at hugsa um, um tú kanska innast inni eisini heldur tað vera synd í vinkonuni hjá tær? Hevði tú kanska tímað betur at verið saman við henni, um hon ikki ofta var so droyð?
Í øllum førum, so hevur tú eitt sindur trupult við at tosa við hana um tað – og tað er tað ivaleyst ein orsøk til. Men tað er umráðandi at tú tosar við hana. Kanska tú kundi roynt at sagt eitt sindur við hana í senn. Til dømis næstu ferð, hon spillir onkran út ella slatrar, so kundi tú sagt við hana, at tú helst ikki vilt hoyra tað. Ella tú kundi sagt, at tær ikki dámar at hoyra at hon baktalar onnur? So fært tú helst lættari við at vera saman við henni, og verður ikki so irriterað inn á hana.
Heldur tú at hetta hevði verið eitt hugskot? Um ikki, so ert tú vælkomin at ringja, ella skriva aftur til okkara. Tú kanst til dømis skriva meira um, hvussu tað ber til at tú ikki tosar við hana um hesar trupulleikarnar.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin