Eg skilji ikki orduliga, hví tit siga man er dulnevndur, tá eg skal uppgeva mail og navn?

Hey
Vit fáa ikki broytt teigarnar, har tað stendur navn, tí at veitarin av skipanini ynskir ikki at broyta henda teigin. Vit skriva tó í upplýsingunum um ráðgevingina, at tær nýtist ikki at skriva títt veruliga navn, ei heldur teldupostadressu.
Tá ið vit fáa eitt bræv, so leggja vit svari út her, tí vit hava ongastaðnis at senda tað.
Tá ið tú setir teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina ynskja vit bert at vita tín aldur og kyn, fyri at lættari kunna vegleiða teg.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Alkohol problemir og einsemi

Veit ikki hvat eg skal kallað tað

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín