Search
Close this search box.

Nú ber til hjá barnafamiljum at søkja um jólahjálp frá Barnabata

Seinasta freist at søkja er mikudagin 6. desember kl. 18:00

Um tú hevur trupulleikar við at fylla umsóknarblaðið út, ella um tú ikki hevur atgongd til Internet, so er møguligt at ringja til Barnabata fyri at fáa hjálp við hesum.

Vit eru til reiðar at hjálpa umvegis telefon 522011 & 532011
Mánadagin 4. desember frá 10:00 til 16:00
Týsdagin 5. desember frá 10:00 til 16:00 og aftur frá klokkan 18:00 til 21:00

Vit kunnu hjálpa tykkum at fylla skjølini út.  Tá er umráðandi, at hava neyðug skjøl til handa, sum vísa
inntøkur og útreiðslur, so vit skjótari kunnu avgreiða umsóknina.

Barnabati hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at viðgera hesar umsóknir við samtykki frá umsøkjaranum. Øll kunnu trygt søkja um jólahjálp, tí ongin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerðin av umsóknum fer fram í trúnaði.

Tá ið jólahjálpin er latin, verða allar umsóknir burturbeindar. Tó hava vit fingið loyvi til at savna nøkur anonym hagtøl. Tað vil siga, at hesar innsavnaðu upplýsingar á ongan hátt kunnu gera av, hvørjir umsøkjararnir vóru.

Um vit fáa fleiri umsóknir, ið lúka fortreytirnar fyri at fáa jólahjálp, enn vit hava pening til, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er mikudagin 6. desember klokkan 16:00

Allir umsøkjarar fáa svar í døgunum 18. til 20. desember.

Umsóknarblaði er at finna her

Vinaliga

Djóni J. Eidesgaard
Aðalskrivari
Barnabati