Hevur tú hug at gerast ráðgevi hjá børnum og ungum, so er møguleikin her.
Í samband við at Barnabati leitar eftir fleiri ráðgevum til barna- og ungdómsráðgevingina Tú & Eg Ráðgevingin, skipar Barnabati fyri einum kunnandi tiltaki í Perluni í Tórshavn, hóskvøldið 4. oktober frá kl. 19:00 til kl. 20:30.
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Turið Horn, psykoterapeut og námsfrøðingur, Bjørghild Djurhuus, heilsurøktari, og Djóni Eidesgaard aðalskrivari koma at greiða frá, um týdningin av eini óheftari fakligari barna- og ungdómsráðgeving.
Vit sóknast tí eftir áhugaðum við viðkomandi førleikum, so sum námsfrøðingum, heilsufrøðingum, lærarum, sálarfrøðingum, sosialráðgevum o.s.fr. Lesandi eru eisini hjartaliga vælkomin.
Tilmelding til kunnandi tiltakið fer fram við at senda teldupost til barnabati@barnabati.fo, ella við at ringja til Barnabata, á 522011.
Skipa verður fyri skeiðvirksemi til ráðgevar tvær ferðir árliga. Nærri kunning um hetta á tiltakinum.
Vit bjóða kaffi og eitt hvørt afturvið.
Vinaliga
Barnabati