TELEFONIN SVARAR ALLAR DAGAR FRÁ 20:00 til 22:00 & GERANDISDAGAR FRÁ 09:00 til 16:00
Tørvar tær ráðgeving til eitt nú hvussu tú sálarliga handfer broyttu støðuna, hvat tú kanst gera fyri at styrkja teg sálarliga, ella hevur tú onkrar spurningar ella ivamál – so eru vit til reiðar.
Nú støðan er broytt munandi í okkara samfelag, eru mong, ið eisini merkja, at hetta ávirkar okkum sálarliga. Tí bjóðar Barnabati, saman við føroyskum sálarfrøðingum, bæði foreldrum, børnum og ungum at ringja til 116 111. Her kunnu tit fáa vegleiðing, og eitt prát við royndar føroyskar sálarfrøðingar.
Vinaliga
Barnabati & føroyskir sálarfrøðingar