Saman í náttúruni, ein náttúru- og spælibóklingur

Í Betri vinir kuffertinum er ein náttúru- og spælibóklingur

Børn kunnu læra upp á nógvar ymiskar mátar, og júst náttúran bjóðar børnum ein slíkan leikpall. Vit hava savnað nøkur hugskot, um hvussu tit kunnu stimbra børnini í ymiskum spølum, har náttúran er karmur um leikin.

Saman í náttúruni inniheldur frágreiðingar um spøl, sum eru við til at menna samanhaldið millum børn. Hetta byggir á sosial- námsfrøðilig- og sálarfrøðilig sjónarmið í sambandi við at brúka náttúruna. Trivnaður og sosial læring eru í miðdeplinum, tá ið børn og vaksin hava tað stuttligt saman og fáa felags upplivingar.

Barnabati, Maryfonden og Red Barnet standa fyri verkætlanini.

Høvuðsstuðul: Betri
Stuðlar: Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag