Skúlablaðið: Vit skulu duga nógv betur at skapa trygg skúlaumhvørvi.

Happing ein av vanligastu orsøkunum til, at næmingar ikki koma víðari eftir fólkaskúla og fara undir miðnám, lærupláss ella annað, vísir gransking, sum Helle Rabøl Hansen, ph.d. og granskari í happing, er partur av.

Greinin er frá Skúlablaðnum (Skúlablaðið 1/2019)
Tekstur: Turið Kjølbro

SAMRØÐA. Ein av verkætlanunum, sum Helle Rabøl Hansen, ph.d. og granskari í happing, hevur verið partur av, fer fram á framleiðsluskúlum í Danmark. Í fjør hevði hon framløgu um happing á evnis­degi, sum Barnabati skipaði fyri í Norður­landahúsinum. Nógvar av næmingunum, ið ganga á framleiðsluskúlum, lýsir Helle Rabøl Hansen sum “avlopsnæmingar”, tað er næmingar, sum ikki eru komnir víðari eftir fólkaskúla og eru farnir undir miðnám, lærupláss ella annað, og sum heldur ikki hava nógvar royndir við at ar­beiða. Av tí at teir ikki sleppa at ganga fyri einki og fáa almannaveiting, fáa teir tilboð um at bøta um førleikar sínar við at fara á framleiðsluskúla, har teir fáa møgu­leika at finna út av, um onkur vinnulig útbúgving kundi verið nakað fyri teir. Helle Rabøl Hansen hevur hugt nærri at, hvat fyri royndir og upplivingar hesir næm­ingarnir, sum onkursvegna eru farnir av kós í fólkaskúlanum, hava.

– Næmingar á framleiðsluskúlum eru í miðdeplinum í verkætlanini, tí vit hava havt varhugan av, at nógvir teirra hava havt keðiligar upplivingar í skúlanum. Tað vísir seg eisini, at okkara varhugi hevur verið rættur. Í einum av framleiðsluskúlunum í Keypmannahavn siga 98 prosent av næm­ingunum, at teir hava havt eina keðiliga skúlagongd. Tá ið eg so havi kannað nærri, hvat liggur aftan fyri hetta at hava eina keðiliga skúlagongd, so er happing ein av vanligastu orsøkunum.

Ræðuleikar

Ein av ræðuligu søgunum, ið Helle Rabøl Hansen vísti á í framløgu síni, er um Tanju, sum varð happað frá fyrsta skúladegi og øll skúlaárini. Tanja er tað, sum í granskingar­ høpi verður nevnt trífaltrakt, tað er rakt tríggjar ferðir. Hon er rakt, tí foreldur hennara hava eitt trupult lív og tí ikki eru før fyri at stuðla, tá ið hon hevur tað trupult. Harumframt hevur hon verið fyri blóðskemd, ið ein eldri beiggi hennara hevur framt ímóti henni, og síðan hevur hon verið fyri ógvisligari happing.

– Børn, sum eru rakt so meint sum Tanja, líða ógvuliga nógv og kunnu menna nógv ósunn eyðkenni. Tá ið Tanja gekk í barnagarði, var hon eisini fyri happing, og tað fór fram á tann hátt, at hon var útihýst úr spæli. Seinni gjørdist happingin sjónligari og ógvisligari, ikki minst, tá ið tað kom fram í miðlunum, at hon hevur verið fyri blóðskemd. Beiggin endaði í fongsli, foreldrini fóru hvør til sítt, pápin stuðlaði beiggjanum, mamman stuðlaði Tanju og systrini, og fyri at gera alt verri, so doyði mamman av krabbameini, og Tanja stóð eftir púra einsamøll. Í staðin fyri at fáa stuðul í skúlanum, varð hon forfylgd og avbyrgd og var fyri einsemi og happing á ræðuligasta hátt. Allar kanningar vísa, at einsemi er partur av happing; einsemi er mangan ikki sjálvvalt, sum nógv halda. Tað eru eisini børn, sum ikki eru rakt so meint sum Tanja, sum eisini eru fyri ógvisligari happing, og tað er umráðandi at minnast til, tí happing kann raka øll.

Happing er sorg

Granskararnir, sum eru partur av verk­ætlanini, hava viðgjørt, hvørt nógvu søgur­nar um ræðuliga happing, ið næmingar á framleiðsluskúlum siga frá, í grundini eru søgur um sorg. Siðbundna merkingin av sorg er, at tú hevur mist onkran, at onkur, tú ert góður við, er deyður. Helle Rabøl Hansen sigur, at í mongu søgunum um happing er sanniliga talan um miss.

– Missurin, tá ið talan er um happing, er sjálvandi eitt sindur øðrvísi, samanborið við, um talan er um deyða, men tað kemst ikki uttan um, at her er talan um miss av møguleikum, sum onnur hava, miss av lívi, miss av vinalagi, miss av stuttleika, miss av góðum upplivingum. Tey, sum eru fyri happing, eru hvønn einasta dag vitni til gott lív, sum onnur hava, og sum tey ikki hava. Tí hava vit evnað eitt nýtt fyribrigdi, sum eitur skúlasorg, sum fevnir um nógvar keðiligar upplivingar í skúlanum, einsemi, líðing og avbyrging. Nógv av hesum børnunum hava ongantíð upplivað, at nakar vaksin hevur lurtað eftir teimum ella víst teimum áhuga.

Greiða frá uttan at verja

Lærarar og námsfrøðingar vita, at tað kann vera ilt at skilja, at børn, sum at síggja til eru fitt og viðeirilig, kunnu happa onnur. Lærarar og námsfrøðingar vita ivaleyst eisini, at tað viðhvørt kann vera trupult at skyna á, hvat er happing, og hvat ikki er. Tá ið soleiðis er, er umráðandi at seta sær fyri, at vit skulu greiða frá uttan at verja, sigur Helle Rabøl Hansen og vísir til stóru trivnaðarkanningina, sum varð gjørd í Danmark í 2017.

– Kanningin vísir, at viðurskiftini millum læraran og næmingin hava samband við, hvussu næmingurin trívist. Næmingar, sum trívast best, mennast best og eru glaðast fyri skúlan, eru teir, sum hava góð viðurskifti við aðrar næmingar, hava vinir, og um somu tíð hava góð viðurskifti við vaksin, eisini lærarar. Trivnaðarkanningin vísir eisini, at næmingar, sum hava góð viðurskifti við aðrar næmingar, men vánalig viðurskifti við vaksin, trívast ikki eins væl. Tað vísir seg, at í nógvum flokkum er tað ein bólkur av næmingum, sum vit ikki rættiliga geva okkum far um, mangan í flokkum, har happing longu fer fram. Tey siga í kann­ingum, at tey verða ikki happað, men tey eru bangin fyri at verða happað. Vit eiga at tosa um happingarumhvørvið heldur enn at varpa ljós á einstøk dømi um næm­ingar, sum verða happaðir. Í flokkum, har happing fer fram, eru allir næmingarnir so ella so merktir av happing. Næmingar­nir, sum hvørki verða happaðir ella happa onnur, menna nakrar strategiir fyri at yvir­liva í flokkinum. Teir menna á sama hátt nakrar strategiir, har teir laga seg til ráð­ andi mentanina í flokkinum. Í summum førum taka næmingarnir ráðandi fatanina í flokkinum til sín, soleiðis at teir uttan at vilja tað gerast partur av happingini, tí hvør vil ikki vera partur av felagsskap­ inum? Happing er jú eitt slag av felags­ skapi, har tað eru týðilig markamót fyri, hvør er innanfyri, og hvør er uttanfyri. Tað snýr seg eisini fyri ein stóran part um ikki at vilja vera øðrvísi enn hini, hvørki í hug­ burði, fakliga og persónliga. Tað er meiri umráðandi at vera sum hini, enn at vera nakað serligt í breiðastu merking.

Spøkilsisnæmingar

Sama um skúlar gera nógv fyri, at happing verður steðgað ella ikki, so hevur hon mangan tað við sær, at tey, sum eru fyri happing, onkursvegna kenna seg noydd at byrja av nýggjum og fara úr flokkinum, har happingin er farin fram; hesir næmingar verða av granskarum nevndir “spøkilsis­næmingar”; Helle Rabøl Hansen sigur, at næmingar hava tað við at geva hesum happaðu næmingum ábyrgdina og skyldina av, at happing fór fram.

– Næmingarnir verja mentanina, sum ger seg galdandi í flokkinum, hóast hon hevur havt við sær, at nøkur hava verið noydd at fara úr flokkinum, tí tey ikki megnaðu at vera har orsakað av mentanini, sum ger seg galdandi. Næmingar kunnu siga um næmingarnar, sum verða noyddir úr flokkinum, at “teir ikki hóskaðu inn”.

Helle Rabøl Hansen vísir á, at nøkur mynstur ganga aftur í flokkum, sum hava eina ósunna mentan; mangan hava hesir flokkar nakrar dreingir, sum ikki tíma at ganga í skúla; hesir dreingirnir hava mangan heldur ikki eitt sunt frítíðarlív. Teir kenna seg sum teir ráðandi í flokkinum, teir, sum seta dagsskránna, og nógv dømi eru um, at teir taka stig til happing av teimum næmingunum, sum tíma at ganga í skúla, og sum ganga høgt upp í skúlan.

– Tekur lærarin ikki við leiðsluni og ger alt, hann er mentur, fyri at endavenda støðuni og beina hana á rætta kós so skjótt til ber, syndrast flokkurin. Tíverri síggi eg alt ov ofta, at skúlar siga frá sær ábyrgd­ina og royna at finna orsøkina til happing­ina uttan fyri skúlan, til dømis at børnini, sum ganga á odda í happingini, hava for­eldur, sum eru farin frá hvørjum øðrum, og so framvegis. Hóast vit ikki leita eftir syndarum, so skal einki vera at ivast í, at okkara samhugi liggur hjá teimum, sum eru fyri happing. Um somu tíð eiga vit at varpa ljós á ein hugburð í skúla og upp­aling, sum sigur, at vit ikki happa onnur. Vit skulu duga nógv betur at skapa trygg skúlaumhvørvi, sum ikki leggja upp til happing, umhvørvi, sum varpa ljós á tey góðu virðini.

Sigrar og tap

Hugburðurin til happing er broyttur nógv tey 20 árini, Helle Rabøl Hansen hevur arbeitt við happing; men hóast nógv muna­gott er gjørt, so mugu vit enn staðfesta, at happing fer fram í dagsins samfelag.

– Eg hoyri framvegis so ræðuligar søgur um happing, at eg havi ilt við at sleppa teimum aftaná og leggja tær frá mær. At so nógv og ræðulig happing fer fram, hóast ljós verður varpað á happing, bæði í skúla og samfelag sum heild, sigur okkum, at vit ongantíð mugu gevast at arbeiða við happing og at menna nýggj, tryggari og betri skúlaumhvørvi. Fyri 10 árum síðan var orsøkin til happing hildin at vera næm­ ingurin sjálvur, meðan tað í dag er skúlaum­hvørvið, sum verður hildið at vera orsøkin til happing. Hóast nógv er broytt til tað betra, síggi eg hetta 20 ára skeiðið nógv dømi um, at skúli og lærarar siga frá sær sína ábyrgd og skyldu.

Helle Rabøl Hansen ávarar ímóti hug­burðinum, sum er nógv frammi nú á døgum, har skúlar nokta at brúka fyribrigdið happ­ing og í staðin vilja brúka orðið trivnaður.

– Tað eru skúlar í Danmark, sum ikki vilja brúka orðið happing, tí teir vilja varpa ljós á trivnað; um somu tíð eru tað skúlar, sum brúka orðið happing. Lagnunnar spei­semi, so vísir tað seg, at trivnaðurin er ikki eins høgur í skúlum, sum heldur vilja brúka orðið trivnað enn happing. Tað er óvirð­iligt mótvegis teimum, sum verða happað, ikki at vilja brúka orðið happing, tí tað er onkursvegna at lítilsmeta tað, sum tey hava verið fyri. Tey, sum hava verið happing, vilja gjarna hava, at lurtað verður eftir teimum, og at tey verða vird.

Í norðurlendskum høpi hava norðmenn og sviar gingið undan í arbeiðinum at basa happing; arbeiðið í Danmark byrjaði av álvara fyri góðum 20 árum síðan. “Fri for mobberi”, tað sum á føroyskum eitur “Betri vinir”, hevði 10 ár á baki í fjør. Hóast nógv verður gjørt, er alla tíðina umráðandi at hyggja at, hvørjar avbjóðingar eru, hvørji spurningar stinga seg upp, og hvørjar forð­ingar eru fyri at røkka málinum, heldur Helle Rabøl Hansen.

Framløgan, sum Helle Rabøl Hansen helt á evnisdegnum í Norðurlandahúsinum í fjør, æt Antihapping – hvussu langt eru vit komin.

Helle Rabøl Hansen tók prógv sum løgfrøðingur í 1998; síðan hevur hon ar­beitt við happing sum yrkisøki. Fyrst sum løgfrøðiligur fulltrúi í Børnerådet og seinni hjá Børns Vilkår. I 2005 var hon við til at seta netverkið AMOK, AntiMObbeKonsulenterne, á stovn. Helle Råbøl Hansen skrivaði ph.d.­ritgerð í 2011 við heitinum: “Lærerliv og elevmobning”, og hon hevur verið við í fleiri bókaútgávum, sum til dømis „Mobningens ABC: en fagbog om mobning“ (2016), „Parentesmetoden: tænkestrategier mod mobning“ (2015) og „Grundbog om mobning“ (2005).