Search
Close this search box.

Persónligir upplýsingar!

Alt sum verður lagt út á heimasíðuna hjá Barnabata verður lisið av einum vaksnum áðrenn.
Vit taka allar persónligar upplýsingar burtur úr brøvum (Navn, bygd, býður o.s.fr.) so at eingin kann kenna nakran aftur, sum skrivar til okkum. 

Hvørjar upplýsingar goyma vit?

Vit halda tal á øllum samrøðum, fyri at síggja hvussu nógv børn og ung seta seg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina. Vit telja eisini hvussu nógv eru gentur, og hvussu nógv eru dreingir, og hvussu gomul tey eru. Vit telja eisini saman hvussu nógvar ymiskar trupulleikar børn og ung tosa við okkum um.
Vit goyma eisini tekniskar upplýsingar um samrøður, tað vil siga nær vit tosaðu og hvussu leingi vit tosaðu saman.

Vit vilja fegin venja okkum í at gerast betri at hjálpa tær, og tí goyma vit slík hagtøl.