Barnabati bjóðar førleikamenning og eftirútbúgving til vaksin ið arbeiða við børnum og ungum.
Menna tínir yrkis relatiónsførleikar og lær hvussu tit ítøkiliga kunnu fyribyrgja happing
Í sambandi við, at Barnabati fór í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet um antihappingarverkætlanina Betri vinir – Fri for Mobberi, bjóðar Barnabati viðkomandi førleikamenning og í løtuni eru fimm skeið at velja ímillum. Hetta eru skeið við ítøkiligum føroyskum amboðum, ið starvsfólkini kunnu nýta og fáa íblástur av.
Umframt miðvísa arbeiði, at fyribyrgja happing, bjóðar Barnabati eisini undirvísing innan relatiónsførleikar.
Barnabati hevur eisini samstarv við Dansk Center for ICDP. Í hesum sambandi kunnu vit bjóða bæði fak- og ófaklærdum útbúgving í relatiónsførleikum. Endamál er at styrkja relatiónsførleikan, skapað eitt felags fakmál og styrkja tað tvørfakliga samstarvið.
Tú kanst lesa meira um skeiðsvirksemið her
Vinaliga
Barnabati