522011 Vaksin
Valmynd

Mentorskipan til ung

Mentorskipanin er á tínari síðu og kann verða til hjálp á nógvar ymiskar mátar. Ein mentor er ein sjálvboðin vaksin sum ikki hevur gloymt hvussu tað er at verða ungur, og samstundis tilreiðar at hjálpa tær út frá tínum egnu fortreytum. 

Kennir tú, at tú av og á manglar onkran at tosa við um okkurt, sum tú følir at tú hvørki kanst tosa við tíni foreldur ella vinir um. Tað kann verða alt frá hjartasorg til stúran um lívið. 

Tað eru tíðir í lívinum har tú sum ungur møtir nøkrum spurningum og avbjóðingum, sum tú ikki sjálv/ur megnar at loysa saman við tínum vinum. Av og á hevur ein tørv á onkrum uttan fyri familjuna fyri at fáa svara sínum spurningum ella til at loysa sínar trupulleikar. 

Til tíðir kann tað, av ymiskum grundum, eisini verða ein avbjóðing at fortelja sínum foreldrum um síni ynski. Tey kennir tú best. Skúlin kann verða avbjóðandi á nógvar ymiskar mátar. Undirvísingin kann verða trupul, vinaløg kunnu verða tvørlig, ella at tú følir at lærarin ikki sær ella skilur teg.
So kanska ein mentor er akkurát nakað fyri teg. Ring ella skriva til okkum, so kunnu vit saman finna uppá ráð.

Hví hava Mentor?

At vera ungur í 21. øld kann ofta tykjast vera avbjóðandi, og ein hevur ofta kenslu av at vera troyttur. Nógv krøv og nógvar væntanir eru til tey ungu. Foreldur  vóna, at barnið fær sær útbúgving, lærarin væntar, at næmingurin fylgir væl við í hvørjum tíma, vinirnir vænta sítt, og samfelagið hevur síni áhugamál. Umframt hetta uppliva ung eisini persónligar avbjóðingar, so sum hjúnaskilnað, deyða, sjúku, hjartasorg, happing og einsemi. Allar hesar avbjóðingarnar eru við til at gera tað trupult at liva upp til øll krøvini, ið verða sett teimum ungu í dag.

Nógv megna ikki at fáa eina ungdómsútbúgving, tí tey mangla tann neyðuga stuðulin og álitið á, at teirra dreymar og mál kunnu gerast veruleiki. Nógvum ungum tørvar gott samskifti við vaksnar fyrimyndir. Endamálið við Mentorskipanini er at stuðla og eggja teimum ungu, tá ið ræður um útbúgving, arbeiði og frítíðarvirksemi.

  • Ein Mentor hjálpir teimum ungu við teirra avbjóðingum við at stuðla og vegleiða.
  • Ein Mentor hevur framíhjárættin at vera við til at hjálpa øðrum víðari í lívinum. Tey flestu, sum hava tikið ímóti tilboðnum um Mentor, síggja sín Mentor nakað sum ítróttafólk síggja sín venjara.
  • Mentorsamstarvið snýr seg um at virða tann unga, at skilja umhvørvið hjá tí unga, og eisini at duga at lurta, eggja og at skapa álit.
  • Tann persónligi Mentorurin er tøkur at hjálpa tí unga og kann eisini vera ein samstarvsliður við skúla, myndugleikar o.s.fr.
  • Mentorskipanin snýr seg um meiri enn bara professionellu tilgongdina. Umframt tað gerandisliga arbeiðið er týdningarmikið, at tann ungi og mentorurin hava sosiala samveru. Tað kann t.d. vera við biografvitjanum, við at fara á kafé, við at vitja mentanartiltøk, listatiltøk ella við at fara til ítróttatiltøk.
  • Mentorskipanin førir eisini við sær eitt sosialt trygdarnet, sum tann ungi kann hava gagn av, tá ið tað snýr seg um hjálp við t.d. umsókn um arbeiði, um starvslærupláss, hjálp við skúlatingum ella við hjálp til sosialar-, mentanarligar- og persónligar avbjóðingar.
  • Mentorskipanin er við til at stuðla, eggja og at geva íblástur, tá ið tann ungi skal taka við teimum avbjóðingunum, ið gerandisdagurin hevur við sær – t.d. avbjóðingum í sambandi við  útbúgvingarætlanir og framtíð hjá tí unga.

Mentorrnir eru sjálvbodnar eldsálir, og tað er ókeypis at fáa ein Mentor. Mentorskipanin rindar allar útreiðslur til tiltøk, túrar o.s.fr.

Hvussu virkar Mentorskipanin?

Ein kann  søkja um at gerast Mentor. Eftir hetta verður umsøkjarin boðin til eina samrøðu, og síðan skal umsøkjarin taka eitt Mentorskeið, áðrenn hann er til reiðar at gerast Mentor. Síðsti liðurin er at finna eitt ungfólk, ið Mentorurin kann hava eitt gott samstarv við.

Tann ungi søkir um at fáa ein Mentor við at seta seg í samband við Barnabata. Tá ið tann ungi hevur verið til eina samrøðu við samskiparan, verður ein hóskandi Mentor funnin til umsøkjaran.

Mentorsamskiparin setur ein Mentor og ein ungan saman. Mentorurin og tann ungi hittast og tosa um væntanir hjá hvørjum øðrum, og hvat ið skal koma burtur úr samstarvinum teirra millum. Báðir partar skulu góðtaka hvønn annan, áðrenn arbeiðið kann fara í gongd.

Foreldur/verji hjá tí unga verða kunnað um avtaluna og skulu góðtaka samstarvið. Samstarvið er ætlað at vara í minsta lagi í 12 mánaðir.

Hvør kann fáa ein Mentor og hvør kann gerast mentor?

Øll ung í aldrinum 11-17 ár hava møguleika at søkja sær ein Mentor.

Ert tú 20 ár ella eldri hevur tú møguleika at søkja um at gerast Mentor.

Fá ein Mentor

Heldur tú, at tú hevur tørv á einum Mentor?

Sum Mentor hjálpa vit tær við ymiskum avbjóðingum. Vit hjálpa tær eisini fegin at røkka teimum málum, ið tú setir tær fyri. Tað kann t.d. vera at byrja eina útbúgving, halda fram við einari útbúgving ella at hjálpa tær at finna eitt arbeiði.
Soleiðis kunnu vit hjálpa tær:

  • At fáa ein meiri skipaðan gerandisdag, um hann frammanundan kann tykjast vera fløkjasligur og strævin
  • At gerast ein partur av einum størri felagsskapi
  • At venda tí, ið kennist tungt – sum ein ósigur – til nakað meiri væleydnað, so tað kennist sum ein sigur

Vit eru til fyri tína skyld, so tú hevur onkran at tosa við, og vit stuðla tær í júst tí, ið tú hevur tørv á, og í felag arbeiða vit við at náa málunum, ið tú setir tær. Tað kann vera alt frá umsorgan og uppmerksemi til at venja at vera sosialur, at vera saman við øðrum ella vit hjálp tær við skúlatingum. Øllum hjálpa vit tær við. Tú hevur ávirkan á, hvør tín Mentor verður, tí tað er týdningarmikið, at tit heilt frá byrjan fáa eitt gott samstarv. Tað verður miðað eftir, at tú ert saman við tínum Mentori eina ferð um vikuna. Tit læra hvønn annan at kenna, og eftir stuttari tíð fáa tit álit á hvørjum øðrum. Mentorurin hevur tagnarskyldu. Tað merkir, at eingin annar veit, hvat tit tosa um. Mentorurin arbeiðir saman við tær, so leingi tú hevur tørv á honum ella henni, og viðkomandi hjálpir tær, tí Mentorar brenna fyri at hjálpa ungum fólkum.

Send ein teldupost ella ring til okkara, um tú hevur spurningar.

Hvat siga tey ungu um Mentor?

“Tey eru ikki sum lærarar. Tey eru ung, eins og vit eru.”

“Vit avgera alt sjálvi, tað er kul!”

“Ótrúliga gott. Hevði ein Mentor, sum hevði nógvar royndir við at innkalla fólk til ymiskt, og hann hjálpti mær at skriva cv og umsóknir, og hann hjálpti mær eisini at venja fram til starvssamrøðuna.”

“Mentorurin eggjaði mær at seta meg í samband við tey arbeiðsplássini, har eg vildi arbeiða. Hann skundaði undir meg, so eg gjørdi tað. Tað riggaði! Í dag havi eg eitt arbeiði, sum eg eri øgiliga glað fyri.”

“Tey vóru røsk av geva mær møguleikan at vera sjálvstøðug og at taka avgerðir sjálv.”

“Í byrjanini tímdi eg ikki, men so sá eg, at eg kundi hava álit á Mentorinum. Í dag stuðlar hann mær framvegis, hóast eg eri farin undir eina útbúgving.”

“Eg eri orðblindur og skúlatroyttur. Tískil hevði eg ikki trúð, at eg megnaði eina útbúgving. Eg veit ikki hvussu, men mín Mentor treiskaðist, og nú havi eg bæði arbeiði og byrji upp á eina útbúgving í januar.”

“Málsviðgerin hjá mær í kommununi er líka glað. Eg skilti ikki eitt orð av tí, hon segði, og eg var bangin fyri at fara á fund við tey. Mentorn hjá mær greiddi mær frá tí, tey søgdu, sum eg ikki skilti. Eg havi nú skilt, at eg kann fáa eitt lærupláss, í staðin fyri at ganga í einum vanligum skúla.”

“Eg brúki nógva tíð á facebook. Saman við mínum Mentor skrivaði eg út á mín vegg, at eg hevði tørv á einum arbeiði. Pápi ein vinmann bjóðaði mær arbeiði. Tað var kul. Mentorurin hjá mær er góður!”

Samband

Telefon: +298 610140

Teldupostur: mentor@barnabati.fo

Rým til YouTube