Search
Close this search box.

Blív sjálvboðin mentor

Ger ein mun!

  • Hevur tú hug at hjálpa ungum at finna fótafesti og kós í lívinum?
  • Hevur tú hug at deila tínar lívsroyndir?
  • Hevur tú tíð og orku at taka lut í einum gevandi felagskapi? 

Ert tú sinnað/-ur at:

  • Samskifta uppbyggjandi eins væl og varliga.
  • Vísa støðufesti og hugsa í nýggjum samanhangum.
  • Seta teg inn í støðuna hjá øðrum og vera tolin og rúmligur.
  • Kenna egnar førleikar og avmarkingar.
  • Savna teg um uppgávuna og vera opin fyri ráðgeving og vegleing.
  • Kunna seta 1-2 timar av um vikuna sjálvboðið í Tórshavnar kommunu.

Set teg í samband við okkum og hoyr meira um mentorskipanina

Freist at søkja er 25. mai 2021

Samrøður byrja í síðst í mai og í byrjan av juni, síðan er mentorskeið 5. 0g 12. juni (kostnaðarfrítt)

Email: mentor@barnabati.fo

tlf:     51 20 11

Les meira á www.barnabati.fo