Search
Close this search box.

Happing skal eisini burtur úr talgildað lívinum hjá børnum

Var ein av niðurstøðunum frá altjóða fundi um fyribyrging av happing í vikuni. Spæl, samskifti og læring á talgildum miðlum er ein natúrligur partur av lívinum hjá børnum og ungum. Og týdningurin av at stuðla og vegleiða teimum har, er eins stórur og í spæli, samskifti og læring, sum ikki er talgilt. 

Hvussu hetta kann gerast fyri at fyribyrgja happing, og menna góðar felagsskapir, eisini í talgildum samskifti og spæli, varð eisini nakað av tí, sum var á breddanum, nú felasskapir og stovnar, sum arbeiða við verkætlanini Betri vinir – Fri for Mobberi, fimta árið á rað hittust at viðgera nýggjastu vitanina og royndirnar.

Betri vinir – ein verkætlan sum fremur tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi

Betri vinir – Fri for Mobberi byggir á royndir, sum vísa, at fremja vit tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi í samveru og samskifti millum børnini, og millum børn og vaksin, so minkar happingin. Tí hevur Betri vinir – Fri for mobberi ment tilfar og mannagongdir, sum eru við til at fremja hesi virðir. Tilfarið er ment til starvsfólk á stovnum fyri børn í aldrinum 0-9 ár, umframt foreldur teirra. Verkætlanin byggir á australskar royndir og varð fyrst sett á stovn í Danmark av Krúnprinsessu Mary og Mary Fonden. Saman við Red Barnet vóru tey vertir fyri altjóða fundin í vikuni, har umboð úr Danmark, Grønlandi, Estlandi, Íslandi, Rumenia og Føroyum vóru savnað. 

Krúnprinsessan Mary var væl nøgd við gongdina og segði millum annað: ”Jeg er meget imponeret over den måde, I hver især har taget Fri For Mobberi til jer. Og jeg er så taknemmelig for, at alle arbejder så godt med programmet. Når jeg har været rundt for at besøge børnehaver i nogle af de lande, der arbejder med Fri For Mobberi og har set børnene, og den forskel programmet gør for dem, så bliver jeg glad helt ind hjertet”. 

Barnabati, sum stendur fyri verkætlanini í Føroyum, arbeiðir við at tillaga tilfarið føroysk viðurskifti. Arbeitt verður eisini við menna tilfarið út frá royndunum hjá teimum føroysku starvsfólkunum, sum brúka tilfarið. Higartil hava starvsfólk á 47 % av dagstovnunum fingið frálæru í at nýta tilfarið til børn í aldrinum 3-6 ár. Og føroyska tilfarið fevnir longu nú um lívið hjá børnunum í talgilda heiminum. Men áhugavert var at fáa innlit í, hvussu stovnar og felagsskapir í hinum londunum gera. Sera áhugavert var at hoyra um, hvussu børnini fingu gagn av arbeiðnum við verkætlanini, tá tey skulu skifta felagsskapir, sum eitt nú í natúrligu skiftunum frá vøggustovu, til barnagarð og víðari til skúla. Og ikki minst at fáa innlit í, hvussu stovnar arbeiða út frá teim fýra virðunum í flest øllum virksemi, sum børnini longu kenna, sum til dømis vældámd telduspøl. Hetta er alt nakað, vit fara at gagnnýta í víðari menningini av føroyska tilfarinum.

Meira kann lesast um Betri vinir á heimasíðu okkara: barnabati.fo/betri-vinir/