Góði tú
Túsund takk fyri títt bræv, Tað er so gott at tú skrivar til okkum.
Eg vil fyrst siga við teg at tú hevur rætt til tínar egnu meiningar, um hvussu tú ynskir títt lív skal vera. Tínir tankar og kenslur eru tínar egnu, og tað kann eingin annar ráða yvir.
Eg eri sera kedd at hoyra at at tú hevur mist vinfólk, serliga vinmenn, tí teir eru bangnir fyri tær. Tað er tíverri enn vanligt at fólk tosa óhóskandi um samkynd, sum ein liður í eini gamlari skemtisøgu ella at tey tilvitað ynskja at tosa niðrandi um onnur. Eg haldi at tey flestu gera tað uttan at hugsa seg um. Tú skrivar at hetta er slatur sum gongur, eingin veit um slatur er sannleiki, tí hugsa tey seg kanska ikki so væl um tá tey siga nakað. Ikki harvið sagt, at tað sum hesi vinfólkini hava gjørt og framvegis gera er ok. Tað er tað als ikki. Men eg hugsi at har er kanska onkur, ella fleiri, í vinar-skaranum sum tú kundi komi í samband við aftur, um tit tosaðu um tað. Hvat hugsar tú tá eg sigi tað?
Slaturin og útihýsingin sum tú lýsir í brævinum, er happing. Happing er ongantíð í lagið! Tað vil siga at hesin bólkur av vinnfólki hava tað sum vit kalla fyri ein neiligan felagsskap, also tað sum tey samlast um er at niðra onkran annan. Um vit líka tosa um hesar neiligar felagsskipr sum heild, so er tað einki ávíst hesir bólkar niðurgera um, tað kann vera hvat sum helst og tað kann henda fyri hvønn sum helst. Í hesum sambandi er tað desverri tú í upplivir slíkt. Men, tú skal vita at tað er ikki tín skyld, og tað er faktist einki tú sjálvur kundi gjørt fyri at hetta ikki skuldi henda – tað var ongantíð tín ábyrgd!
Hvussu kunnu vit so hjálpa tær burturúr hesum?
Happing er nakað sum felagsskapurin hevur ábyrgdina av. Vit vita frá ungum í somu støðu sum tú, at tað kann kennast sera einsamt. So vit hugsa at spyrja teg. Hvat ger tú til dagligt? hevur tú ein lærara, venjara ella arbeiðsgevara. Tí at happing er nakað sum “leiðarin” ella “tann vaksni” hevur ábyrgdina av.
Vit vilja eggja tær til at tosa meira um hvussu tú hevur tað. Hvønn hevur tú, sum tú tosar væl við?
Nú tú hevur skriva til okkum hevur tú samstundis øva teg í at fortelja um hvussu tú hevur tað. Tað er torført men týdningarmiki at siga tað við onkran. Tú skal vita at tað er ein vegur burtúrúr einseminum. Tað er gjørligt at koma til eitt stað, har tú ikki følir teg útihýstan, bara fyri at vera tann tú er. Tað er pláss í verðini fyri tær. Hetta plássi skal tú fylla út so at tað gevur meining fyri teg og ger teg glaðan. Tað eru eisini onnur menniskju sum hava tað líka sum tú. Hesi kanst tú finna ein felagsskap saman við, so tú ikki følir teg so einsaman.
Sum tú lýsir tína støðu, bendir á at tú hevur tørv, og gott av at tosa við onkran, um hvussu tað er at vera samkyndur við einum nærumhvørvið, sum er ímóti samkyndum? Skilja vit hetta rætt? Um tú hevur tørv á at tosa við onkran um tað, kanst tú venda tær til LGBT Føroyar. Tað er ein felagsskapur fyri m.a. samkynd. Tey vilja fegin hjálpa tær, tú kann skriva til tey á lgbt@lgbt.fo. Tey hava nógvar royndir við teimum avbjóðingum sum tú tosar um í brævinum hjá tær. Tað sum tit tosa um er í trúnaði so tað er trygt hjá tær at venda tær til tey. Har kanst tú eisini koma í samband við onkran, við somu upplivingum sum tú, tað kann vera gevandi at koma í samband við ein við somu royndum. Tú kann lesa meira um LGBT á teirra heimasíðu og Facebook.
Vit læra øll ígjøgnum lívið, vit læra nýggj ting, føla nýggjar kenslur og broyta meining. Eg sigi hetta tí at sjálvt um tín familja vanliga tosar um, at einans menn og kvinnur kunnu giftast. Er tað ikki sikkurt at tey ikki kunnu broyta meining. Tá ið man er í eini støðu har man skal læra foreldrini nakað nýtt, so er gott um man vísir tol. Tú kann hugsa um alla tað tíðina tú sjálvur hevur brúkt til at arbeiði við hesum tonkum og kenslum, so skal familjan hjá tær eisini sleppa at fáa eitt sindur av tíð til at læra nakað nýtt. Tó so, hóast teirra áskoðan ikki tænir tær og mongum við, so hava vit øll rætt til egnu áskoðan. Hon skal bara ikki seta onnur í eina støðu, har teirra grundleggjandi rættindi verða hótt. Tað er ókey, at tey hava hesa áskoðan, men tey eru tíni foreldur, og skulu sostatt gera alt tað tey megna, fyri at tú skal fáa ein so góðan barndóm og ungdóm sum møguligt.
Tað vísur seg, at oftani vita foreldur at teirra børn eru samkynd. So kanska onkur í familjuni hjá tær longu hevur varhugan av tí og høvdu fegnast um at tú kom og segði tað við tey? Kanska er hetta onkur vaksin sum tú ellars hevur eitt gott band við, sum eisini kundi hjálpt tær at tosa víð hini í familjuni. Tá ið okkurt er torført at tosa um, kann tað vera ein hjálp at skriva eitt bræv – líka sum tú hevur skriva inn her. So hevur tú møguleika til at taka tað heilt róligt, og hugsa teg væl um í mun til hvat tú ynskir at siga. Tú kann eisini vísa hetta brævið. Hvat heldur tú um tað hugskotið?
Vit vóna at tú kanst brúka okkurt úr hesum svarinum. Tú er vælkomin at skriva eitt nýtt bræv til okkum, um tú ynskir at tosa meira. Tú er eisini vælkomin til at ringja til okkum á 116 111, vit síggja ikki hvør tú er og alt sum vit tosa um er loyniligt. Tú kanst ringja mánadag til fríggjadag kl 09-15 ella hvørt kvøld (eisini í vikuskiftinum) frá kl 20-22
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin