Góði tú
Túsund takk fyri brævið. Tað er ótrúliga flott av tær at taka stigið til at skriva til okkara.
Tú skrivar, at pápi tín hevur alkohol trupulleikar. Tað er altíð keðiligt at vera partur av eini familju, har annar av foreldrunum drekkur – í tínum føri pápi tín. Tað er ringt, tí at familjulívið heima er merkt av tíð. Tú skrivar at pápi tín ongantíð lurtar eftir tínari meining. Merkir hetta at tú sigur frá, men at hann ikki lurta eftir tær? Tað fyrsta stigi er altíð at siga frá. At fortelja pápa og mammu tíni hvussu tú hevur tað, tá pápi tín drekkur. Tú skrivar eisini at mamma tín blívur svøk og at tú er keddur av at tú ikki sleppur at vera so nógv saman við tínum vinum sum tú ynskir. Hava mamma tín og tú løtur har tit kunnu tosa saman, uttan at hon verur svøk? Tosar tú við mammu tína um tað at tú er keddur, at pápi tín drekkur og at tú er keddur um at tú ikki sleppur at vera so nógv saman við vinfólkunum hjá tær?
Hetta er av týdningi, so at foreldur tíni vita, hvussu støðan heima ávirka teg. Tað er eisini umráðandi, at tú fær tosað um tínar tankar og kenslur hesum viðvíkjandi. Nú vita vit ikki um tú hevur sagt teimum frá, tað rokna vit við at tú hevur, síðan tú skrivar at tey ikki lurta.
Tað er ábyrgdin hjá foreldrunum hjá tær, at syrgja fyri at tú hevur tað trygt og gott heima.
Teir trupulleikar sum tíni foreldur hava, mugu tey sjálvi loysa, ella fáa hjálp til at loysa frá øðrum vaksnum. Tað kann ikki vera lætt at liva undir teimum umstøðunum sum tú livir í. Um tú hevur tørv á at tosa við onkran, uttan at siga hvør tú ert, so ert tú ert vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Har kanst tú tosa við ein ráðgeva, sum kann lurta, og royna at hjálpa tær víðari úr hesi støðu. Tað er eisini ein møguleiki at tú tosar við ein lærara sum tú stólar uppá. Lærarin hevur møguleika til at lurta og hann kann hjálpa tær.
Visti tú av at allar kommunur í Føroyum kunnu hjálpa familjum, sum hava tað ringt í eina tíð, til at fáa tað betur. Hetta kann lærarin hjálpa tær við, um lærarin metur at tað er ein góð loysn. Lærarin kann eisini hjálpa tær við at tosa við foreldur tíni, um tú ynskir tað.
Vit vóna at tú tosar við onkran sum kann hjálpa tær at fáa tað betur. Tú er altíð hjartaliga vælkomin at ringja til okkara á 116 111 og fáa fleiri ráð til hvussu tú kann fáa hjálp. Tú er eisini vælkomin at ringja um tú bara hevur tørv á at tosa við ein vaksnan. Ráðgevin kann eisini fortelja tær um hvørjir møguleikar eru, fyri at tú kann fáa stuðul frá vaksnum. Tað eru fleiri møguleikar, sum til dømis Mentorskipanin, ráðgeving frá kommununi, ella Bláa Krossur, sum hevur ráðgeving til børn og familjur sum liva við rústrupulleikum.
Vit vóna at tú finnur hjálp ella at vit hoyra frá tær á nummar 116 111. Tað er ókeypis at ringja, tú ert dulnevndur og alt sum vit tosa um er loyniligt. Telefonin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 09-15 ella hvørt kvøld – eisini í vikuskiftum – frá kl. 20-22.00
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin