Search
Close this search box.
Eg havi ein trupuleka við tá fólk eg ikki kenni so væl royna at hava eina samrøðu við meg. hetta snýr seg bæði um tey sum eru eldri og á sama aldur við meg. Eg føli meg altíð eitt sindur awkward og tvungna at gera small talk við tey. Eg haldi ikki ordiliga tey tíma at snakka við meg og gera tað bara tí tey skulu. So spyrja tey spurningar og mær dámar tað ikki. Eg føli akkurát sum tey royna at finna okkurt at arga meg við um eg sigi okkurt um meg sjálva. Eg bleiv illa happa í fólkaskúlanum tí eg ikki var sum hini. Tí vil eg aldrin vera erlig. Hvussu kann eg stegða at hava tað so?

Góða tú

Takk fyri brævið.

Vit eru sera hørm at hoyra at tú er blivin illa happa í fólkaskúlanum. Sum vit skilja brævið so skrivar tú, at tú enn berur ótta fyri at hetta skal henda aftur, og er bangin fyri at geva nøkrum nakra orsøk til at happa teg aftur.

Happing er ongantíð í lagið! Tað vil siga at tínir flokksfelagir høvdu tað sum vit kalla fyri ein neiligan felagsskap, also tað sum tey samlast um er at niðra onkran annan. Um vit líka tosa um hesar neiligar felagsskapir sum heild, so er tað einki ávíst hesir bólkar niðurgera um, tað kann vera hvat sum helst og tað kann henda fyri hvønn sum helst. Í hesum sambandi er tað desverri tú í hevur uppliva slíkt. Men, tú skal vita at tað er ikki tín skyld, og tað er faktist einki tú sjálv kundi gjørt fyri at hetta ikki skuldi henda – tað var ongantíð tín ábyrgd!

Tað er harmiligt at lesa at tú skrivar at tú aldrin vil vera erlig. Vit skilja hví, tí at sum tú skrivar so hevur tú kanska veri erlig. Also, tú hevur bara veri tú sjálv “ikki sum hini”, men at tú hevur uppliva mótstøðu fyri tað.

Tú skrivar at tú nú følir at fólk bara tosa við teg tí at tey skulu. Vit vilja gjarna útfordra teg í hesum tonkunum. Tað er soleiðs at um vit ikki geva ørum menniskjum ein møguleika fyri at vísa okkum áhuga, ella geva teimum møguleika at læra okkum at kenna. So verur eingin broyting. Vit mugu bróta sirkulin sum vit ikki hava tað gott við. Her hava vit hug til at tosa eitt sindur um small talk sum tú sjálv nevnir í tínum brævið.

Small talk er ein góð byrjan, eitt amboð, til at læra fólk at kenna og ein brúgv til betri og meiri meiningsfullar samrøður. Umvegis small talk so finna vit kanska menniskju sum vit hava okkurt í felag við, men sjálvt um tað kanska ikki blívur meira enn small talk, so kann small talk eisini bara vera við til at vit smílast til hvønn annan tá vit hittast á gøtuni. Bara at loyva ørum at smílast til ein og at smílast aftur, kann eisini gera at vit føla okkum væl móttikin. So okkara rá til tín er at vera meira opin í mun til small talk. Skilur tú danskt? So hevur Børns Vilkår samla nøkur ráð um Small Talk her: https://bornetelefonen.dk/small-talk/

So aftur til yvirskriftina sum tú hevur valt: Hví eri eg so? Vit vilja at enda siga við teg at: “Barnarættindasáttmálin gevur tær og øllum øðrum børnum somu rættindi og sama virði. Eingin hevur rætt at gera mun á tær og øðrum!”
Tú hevur rætt til at vera júst tann tú her.

Vit vóna at hetta svarið hjálpti tær. Tú er altíð vælkomin til at ringja ella skriva aftur til okkum.

Vinaliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…