Góða tú,
Takk fyri brævið.
Eg skilji væl at tað er keðiligt og hevur stóra ávirkan, tá ið besta vinkonan flytur – alt blívur øðrvísi. Men eg hugsi at sjálvt um hon er flutt, nýtast tit ikki at missa tykkara vinaband. Nú veit eg ikki um hon er orsøkin til at tú vil sleppa til havnar? havi eg skilt tað rætt? Men eg hugsi um hetta er nakað tú eisini tosar við hana um? Tað kann vera gott at deila sínar tankar við tann man hugsar nógv um. Hvat heldur tú um tað? Kanska kunnu tit gera eina avtalu um hvussu tit enn kunnu vera vinkonur, sjálvt um hon er flutt? Kanska kunnu tit vera á Facetime, Skype ella okkurt líknandi, ein ferð um vikuna. Ella tit kunnu skriva til hvørja aðra?
Eitt sum bekymrar meg er happingin tú lýsir í brævinum hjá tær. Tað ljóðar sera óbehagiligt at størri dreingir rópa eftir tær. Tað er als ikki í lagið. Og, eg skilji væl kensluna av, at bara vilja sleppa burtur frá øllum – at flyta. Eg skilji væl at tú ikki trívist tá tú verur happað. Hevur tú roynt at tosa við ein lærara um hetta? Tað er ábyrgin hjá læraranum at tú trývist í skúlanum. Øll tey vaksnu skulu syrgja fyri at øll børnini í skúlanum hava tað gott og tey vaksnu skulu hjálpa við at steðga happingini. Tí vil eg ráða tær til at tosa við ein lærara, sum tú følir teg trygga við. Fortel honum/henni, hvussu tú hevur tað. Fortel eisini um dreingirnir sum rópa. Eg hugsi eisini at tú kanst tosa við foreldur tíni um hetta, soleiðis at øll kunnu arbeiða saman og gera tað sum er best fyri teg. Tey kunnu og skulu hjálpa tær.
Tað eru mong ið ikki hava møguleika at flyta til Tórshavn, sjálvt um tey ynskja tað. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til tað. Nú kenna vit ikki umstøðurnar sum kunnu vera orsøkin til at tú ikki sleppur so ofta at vitja í havn, so tað fáa vit ikki tosa so nógv um í svarinum her. Men hevur tú tosa við mammu tína um, at tær leingist eftir vinkonuni?
Eg vóni at svari hjálpti eitt sindur, tú er altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur.
Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin